Triðja kvøldið á rað stríddust politistar og sløkkiliðsmenn við at basa eldi í fleiri av forstøðunum uttan fyri Stockholm. Bæði í Rinkeby, Skarpnäck, Norsborg, Kista og Tensta, var eldur settur á bilar og enntá onkrar bygningar.
Í Husby, har 80 prosent av teimum umleið 12.000 íbúgvunum hava útlendskan uppruna, hevur verið sera ófriðarligt tær báðar fyrru næturnar, og í gjárkvøldið var eisini nógv fólk úti á gøtunum har, men ófriðurin var ikki hin sami sum hini kvøldini.
Svenski forsætisráðharrin, Fredrik Reinfeldt, hevði í gjár tíðindafund, har hann fordømdi ungdómsófriðin í Husby: Bólkar av ungum monnum halda, at teir við harðskapi kunnu broyta samfelagið, men tað er ikki í lagi, og harðskapurin skal ikki sleppa at vinna, segði hann.
Ófriðurin byrjaði, eftir at politistar í Husby í farnu viku skutu og drupu ein 69 ára gamlan mann við útlendskum uppruna, eftir at hann hevði hótt við einum masjetu-knívi. Síðani hava ungir menn sett eld á bilar, steinað eftir politistum og sløkkiliðsmonnum og annars gjørt herverk.










