Mánadagin og týsdagin verða tað ungdómar í framhaldsdeildini, sum fara at manna Løgtingið.
Tað hendir, tá ið ungdómsting verður, har næmingar í framhaldsdeildini í Vági, Nám-x, Vestmanna Skúla og Miðvágs Sandavágs Skúla fara at fáa ein smakk av arbeiðnum í løgtinginum.
Hesir báðir dagarnir verða skipaðir akkurat sum vanligir løgtingsfundir.
Næmingarnir fáa høvi at seta uppskot fram, at skifta orð um uppskotini í Løgtinginum, áðrenn tey fara í nevnd til viðgerðar og at enda verður so atkvøtt um tey.
Tilsamans fer ungdómstingið hesuferð at viðgera níggju uppskot og tey eru rættiliga fjølbroytt. Uppskot eru um at aldurin fyri at koyra prutl skal lækkast úr 16, niður í 15 ár og at prutl skulu sleppa at koyra 50.
Uppskot eru eisini um at avtaka mvg á frukt og grønmeti og um matstovur í skúlum.
Men uppskot eru eisini um at lækka aldurin fyri at hava valrætt niður í 16 ár og um at næmingar í framhaldsdeild skulu hava heimsátrúnað ístaðin fyri kristni í fólkaskúlanum.
Uppskot eru eisini um lestrarstuðul og fjarlestur og at enda er eisini eitt uppskot um ítrótt í skúlanum.
Ungdómarnir fáa eisini høvi at seta landsstýrisfólkum spurningar.
Ungdómsting hevur verið annaðhvørt ár, í 2006,2008,2010 og hetta er sostatt fjórða ungdómstingið. Myndin er av einum undanfarnum ungdómstingi.