Ungarskur miðil: Óli Mittún fer til toppliðið Szeged í 2024

Ungarski hondbóltsmiðilin, Handballexpert boðar frá stórum leikaraskiftið. Óli Mittún sigur, at tað er bert ein søga og ikki meir enn tað

Ungarski hondbóltsmiðilin, Handballexpert veit at siga, at føroyski landsliðsleikarin og stórtalentið, Óli Mittún skal spæla við ungarska toppliðnum, Szeged í 2024.

 

Høvuðspersónurin sjálvur, Óli Mittún sigur í stuttari viðmerking til in.fo, at talan er bert um eina søgu.

 

Sambært Handballexpert skal núverandi venjarin hjá Sävehof, Michael Apelgren taka við starvinum sum høvuðsvenjari hjá Szeged í 2024, og hann hevur sett fram ynskið, at Óli Mittún fer at fylgja honum til Szeged í Ungarn. 

 

Handballexpert sigur seg hava søguna um eitt skiftið hjá Óla Mittún til Szeged í 2024 frá einari týskari keldu. Tann týska keldan visti eisini at siga Handballexpert, at THW Kiel, ið verður felagið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu komandi kappingarár eisini hevur áhuga í at skriva sáttmála við Óla Mittún. 

 

##med2##