Á kvøldsetu í í Klingruni í Norðurlandahúsinum í kvøld, vóru virðislønir til yngru luttakarar í tónleikakappingini Stella Polaris latnar.
Dómsnevndarforkvinna er íslendski tónasmiðurin Mist Thorkelsdóttir, sum, umframt at undirvísa í tónasmíð, hevur verið leiðari á Iceland Academy of Arts, og er nú leiðari á Academy of Music and Drama í Gøteborg.
Tónleikagreinin í breiðari merking, verður umboðað av kenda danska klaverleikaranum Katrine Gislinge. Hon hevur umframt eina yrkisleið sum klaverleikari, solistur og kamartónleikari, eisini verið dómari í fleiri altjóða kappingum.
Umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla er Martin Mouritsen - fyri Føroya Symfoniorkestur er Bernharður Wilkinson, og umboð fyri áhoyrararnar er Leif Hansen.
Hesi hava vunnið virðislønirnar:
Í bólki 1:
1. virðisløn Vár Iversen Lindenskov
2. virðisløn Maria á Lakjuni
Í bólki 2
1. virðisløn Aksel Dánjalsson Remmel
2. virðisløn Birita Dam
Dómsnevndin hevur harafturat valt teir seks finalistarnar, sum skulu dystast um 1. 2. og 3. virðisløn í finaluni í morgin.
Tey seks, sum skulu framføra til stóra finaludagin í morgin leygardagin 21. Februar kl. 19.00 í stóra salinum í Norðurlandahúsinum eru Kristina Thede Johansen, Alvi Joensen, Dávur Birgisson, Marta Torkilsdóttir Johansen, Rúni Hentze og Birita Poulsen










