Ungar kvinnur framleiða jakkar burturúr teltum

- Vit halda, at oyðsl á festivalum er ein vaksandi trupulleiki, sigur Heidi Lindenskov Róadóttir frá ÖDN

Í morgin verður íverksetarakappingin Ungt Virki hildin í SMS. Kappingin er millum miðnámsskúlanæmingar, sum vilja læra at menna nýggjar vørur og tænastur frá hugskoti til veruleika.

 

Millum luttakararnar eru tær fýra Borgarhjørt Hammer, Heidi L. Róadóttir, Nanna Djurhuus og Súsanna T. Jacobsen, sum ganga á Glasir. Teirra virki eitur ÖDN, og tær hava á burðardyggan hátt ment ein vetrar-regnjakka, sum tær kalla GRIMDAR.

 

 

Berjast fyri einum grønari heimi

ÖDN hevur sett sær fyri at uppfylla eitt av teimum 17 heimsmálunum, sum er mál nummar 12 um burðardygga framleiðslu. 


Jakkarnir eru framleiddir úr brúktum teltum og eru fóðraðir við føroyskari seyðaull. Tær hava fingið avtalu í lag við Summar Festivalin og G! Festivalin, sum eru áhugað í einum samstarvi um at lata ÖDN brúka teltini, sum festivalgestirnir leggja eftir seg á teltøkinum. Teltini verða vaskað og klipt sundur, so tey eru klár at seyma um til jakkar. Umleið tveir jakkar koma burturúr einum telti.

 

- Vit halda, at oyðsl á festivalum er ein vaksandi trupulleiki, nú tá festivalar eisini eru um at menna seg og gerast størri fyri hvørt ár. Tað er jú týdningarmikið at gera heimin grønan, sigur Heidi Lindenskov Róadóttir frá ÖDN.

  

Genturnar í ÖDN hava allar tilknýti til bygd og kenna til bygdalívið í Føroyum.

 

- Vit vita, hvussu ull verður burturbeind, og hvussu nógv av ull fer til spillis hvørt ár. Hetta harmast vit um, tí "ull er jú Føroya gull", og tískil skal ullin og nýtslan saman við modernaða samfelagnum mennast saman.

 

 

Síggja framtíðarmøguleikar 

Hóast hetta er ein skúlaverkætlan, so er ætlanin at halda fram við verkætlanini og fyritøkuni.

 

- Vit spæla við tankan um eina framtíð, tí vit halda, at hetta hevur ein sera góðan møguleika at gerast til nakað ordiligt. Vit eru sera positivt yvirraskaðar yvir, at fólk taka so væl ímóti hugskotinum hjá okkum, sigur Heidi Lindenskov Róadóttir.