Tey ungu í Tjóðveldi heita á løgtingsfólkini hjá flokkinum um at atkvøða fyri, tá ið uppskotið um løgfrøðiligt kynsskifti kemur til 1. viðgerð í løgtinginum í morgin.
Tað er Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, sum hevur lagt uppskotið fram.
– Sjálvsagt skulu vit gera gerandisdagin hjá tvørkyndum lættari, og vit skulu tryggja okkum, at landsins lógir ikki forða teimum at liva í samsvar við tað, tey eru. Tilgongdin at broyta kyn er hørð, long og trupul, men sleppa tvørkynd at skifta kyn løgfrøðiliga, so minka vit um stigmatiseringina, meðan tey eru í tilgongdini, sigur Unga Tjóðveldið.
– Vit skulu sum samfelag altíð stríðast fyri at tryggja betri minnilutarættindi. Hetta er leiðin til einar Føroyar fyri øll, har allir borgarar trívast, halda tey.
Tí heita tey á tingmanningina hjá Tjóðveldi um at trýsta á grøna knøttin, tá ið uppskotið um løgfrøðiligt kynsskifti kemur til viðgerðar.