Týsdagin 2. juni 2015 fekk Unga Sjálvstýri nýggja nevnd. Í nevndini fyri Unga Sjálvstýri sita nú:
Tróndur Ellingsgaard, formaður
Birgit Siverten, næstformaður
Fróði Klein
Olgar S. Nielsen
Ingvar Hansen.
Tey ungu í Sjálvstýrisflokkinum taka støðuna í álvara og hava luttikið á fleiri fundum seinastu tíðina, boða tey frá.
- Vit eru sannførd um, at tað unga ættarliði kann gera stóran mun í politiska arbeiðinum, nú Sjálvstýrisflokkurin at kalla á øllum økjum mennir seg at taka av teimum avbjóðingum sum standa fyri framman, skrivar felagið.
Í stuttari viðmerking sigur Tróndur Ellingsgaard, nýggi formaðurin í Unga Sjálvstýri, at tey í nevndini halda hetta verða eina spennandi og mennandi avbjóðing at verða við til at hjálpa og menna Sjálvstýrisflokkin saman við leiðslu floksins.










