Unga Sjálvstýri nýggja nevnd

Ungmannafelagið hevur skipað nýggja nevnd, og nýggjur formaður er valdur

Ungmannafelagið hjá Sjálvstýri hevði í farnu viku aðalfund á Hotel Runavík. Á aðalfundinum bleiv nýggj nevnd vald, og hevur nevndin síðani skipað seg soleiðis:

 

·      Heri Danielsen, formaður

·      Olgar Nielsen, varaformaður

·      Petur Sjúrður Lamhauge, nevndarlimur

·      Poul Lamhauge, kassameistari

·      Paulina Kjeld, nevndarlimur

·      Tróndur J. á Høvdanum varalimur

 

Heri Danielsen, nýggjur formaður, gleðir seg til at fara í hált við nýggju uppgávuna.

 

- Vit í nýggju nevndini gleða okkum til at koma í gongd við hesa uppgávuna. Vit meta, at tað standa nógvar stórar avbjóðingar fyri framman fyri politisku skipanina, og halda vit, at tað er okkara skylda og uppgáva sum ungdómur at koma við okkara loysnum og meiningum um tær ymsu avbjóðingarnar. Vit ynskja sostatt at vera við til at seta sosialliberalistisku hugsjónina í miðdepilin og viðvirka til eina bjartari framtíð fyri Føroyar og allar føroyingar, sigur hann.

Á myndini eru tey, frá vinstru: Olgar Nielsen, varðaformaður, Petur Sjúrður Lamhauge, nevndarlimur, Heri Danielsen, formaður, Paulina Kjeld, nevndarlimur og Poul Lamhauge, kassameistari. Tróndur J. Á Høvdanum, varalimur, manglar á myndini.