Ungdómurin gjørdi av álvara innrás í føroyskan politikk, tá ið veljararnir leygardagin valdi ikki færri enn fýra valevnir á ting, ið eru undir 30 ára gomul.
Hetta er fyrstu ferð síðan heimastýrislógin kom í gildi, at so nógv ung hava vunnið sess á tingi. Men tað er ikki einasta metið, ið tey ungu valevnini settu á valkvøldinum, tí bæði Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi vunnu pláss í søgubøkurnar.
Beinir Johannesen eigur nú metið sum yngsti persónur valdur á ting. Yngsti persónur, sum var valdur á ting fyri hetta løgtingsvalið, var Jákup í Jákupsstovu, valdur fyri Javnaðarflokkin 6. november í 1945. Hann var 23 ár og 4 mánaðir, meðan Beinir Johannesen var 22 ára gamal og 6 mánaðir, tá ið hann bleiv valdur leygardagin.
Harumframt bleiv Hervør Pálsdóttir við sínum 23 árum og 9 mánaðum yngsta kvinnan, ið nakrantíð er vald á Føroya løgting. Gamla metið átti partakvinnan hjá Hervør, Kristina Háfoss, ið var 26 ára gomul, tá ið hon bleiv vald á ting í 2002.
Ingilín Strøm og Hervør Pálsdóttir eru eisini millum tær heilt fáu kvinnurnar, ið eru valdar á ting, meðan tær eru undir 30 ár. Frammanundan eru tað einans Annita á Fríðriksmørk, ið var 29 ár, tá ið hon fyrstu ferð bleiv vald í 1998, og Kristina Háfoss, ið hava megnað hetta.
Sjáldsamt
Hóast fýra tingfólk undir 30 ár blivu vald á valinum leygardagin, er tað rættiliga óvanligt, at veljarin sendir so ung fólk á ting.
Síðan heimastýrislógin kom í gildi í 1948 hava føroyingar verið fimtan ferðir á løgtingsvali. Á teimum fimtan valunum eru tað einans fimtan løgtingsfólk vald, ið vóru undir 30 ár, harav fýra av teimum blivu vald leygardagin. Tað vil siga, at teimum fjúrtan valunum frammanundan, eru tað einans 11 tingfólk, ið hava tikið sæti á tingi, meðan tey vóru undir 30 ár.
Í hesum tíðarskeiðinum er tað Djóni í Geil, ið var tann fyrsti undir 30 ár, ið bleiv valdur á løgting, tá hann sum 25 ára gamal vann sæti á tingi í 1954.
Trý av teimum fimtan valevnunum blivu vald í 1974, tá Signar á Brúnni, 29 ár og valdur fyri Tjóðveldi, Óli Breckmann, 26 ár og valdur fyri Fólkaflokkin, og Heðin M. Klein, 24 ár og valdur fyri Tjóðveldi, komu á ting.
Endurtaka bragdið
Fyri Signar á Brúni var talan um aðru ferð, at hann varð valdur á ting, meðan hann var undir 30 ár. Fyrri ferðina var nevniliga í 1970, tá hann vann ein sess sum 25 ára gamal.
Hann var kortini ikki tann fyrsti, ið bleiv valdur tvær ferðir, meðan hann var undir 30 ár. Tað var Jákup Lindenskov, ið var 25 ár, tá hann bleiv valdur í 1958, og bleiv afturvaldur fýra ár seinni.
Umframt Jákup Lindenskov og Signar á Brúnni eru tað trý tingfólk, ið hava megnað tað sama. Tey eru Finnbogi Ísakson, ið var 23 og 27 ár, tá hann bleiv valdur í 1966 og 1970, Heðin M. Klein, ið var 24 og 28 ár, tá ið hann bleiv valdur í 1974 og 1978, og Jørgen Niclasen, ið var 25 og 29 ár, tá ið hann bleiv valdur í 1994 og 1998.
Um verandi ting situr saman í fýra ár, hava trý av teimum valevnum, ið vórðu vald leygardagin, møguleikan at verða vald eina ferð aftrat. Tey eru Beinir Johannesen, Ingilín Strøm og Hervør Pálsdóttir.
Fólk undir 30 vald á ting síðani heimastýrislógina í 1948:
1. Djóni í Geil, 25 ár, 1954
2. Jákup Lindenskov, 25 ár, 1958
– Jákup Lindenskov, 29 ár, 1962
3. Finnbogi Ísakson, 23 ár, 1966
– Finnbogi Ísakson, 27 ár, 1970
4. Signar á Brúnni, 25 ár, 1970
– Signar á Brúnni, 29 ár, 1974
5. Óli Breckmann, 26 ár, 1974
6. Heðin M. Klein, 24 ár 1974
- Heðin M. Klein 28 ár 1978
7. Jørgen Niclasen, 25 ár 1994
– Jørgen Niclasen, 29 ár, 1998
8. Annita á Fríðriksmørk, 29 ár, 1998
9. Kristina Háfoss, 26 ár, 2002
10. John Johannesen, 26 ár, 2004
11. Hanus Samró, 23 ár 2011
12. Beinir Johannesen, 22 ár, 2019
12. Hervør Pálsdóttir, 23 ár, 2019
12. Bjarni K. Petersen, 25 ár, 2019
12. Ingilín Strøm, 28 ár, 2019

Unga innrásin á tingi

