Ung vilja hava ávirkan á avgerðirnar, sum verða tiknar í Løgtinginum. Tí verður skipað fyri politiskum fundi í Margarinfabrikkini í Havn hóskvøldið. Við hesum tiltakinum hava tey ungu møguleika at hitta ung valevnir úr øllum flokkunum til eitt kjak um evnir, sum eru týdningarmikil fyri tey.
- Tað kann eitt nú vera útbúgvingarmøguleikar í Føroyum og ungdómsarbeiðsloysi, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Tiltakið byrjar klokkan 19 og endar klokkan 20.30, tá ið Guðrun og Bartal spæla nøkur løg.
Valevnini, sum luttaka á kjakkvøldinum, eru:
Hanus Samró, Fólkaklokkurin
Hergeir Staksberg, Sambandsflokkurin
Sunneva Mohr, Javnaðarflokkurin
Jógvan Arnason Djurhuus, Tjóðveldi
Teitur Vágadal, Sjálvsstýrisflokkurin
Framsókn og Miðflokkurin hava eisini umboð á fundinum.