Áhugin tykist vera stórur fyri ráðstevnuni, tí longu nú - fýra mánaðir áðrenn stevnuna - hava eini hundrað ung ringt inn og spurt seg fyri. Hetta eru fyrireikararnir glaðir um og hevur givið teimum blóð á tonna til at fara undir hetta arbeiðið.
Stevnan er eitt norðurlendskt tiltak, og í okkara grannalondum eru eisini slíkar ungdómsstevnur. Har eru tær fyrst í ávísum økjum í londunum, og síðani verða nøkur vald út at fara á ta landsumfevnandi stevnuna. Haðani fara aftur nøkur til eina stóra norðurlendska stevnu, sum er fyri ung úr øllum Norðurlondunum.
Tað eru Rakel Helmsdal úr Føroyum og Hedvig Westerlund úr Finnlandi, ið standa fyri fyrireikingunum av ungdómsstevnuni, sum verður í Norðurlandahúsinum.
Vilja stimbra tey ungu
Høvuðsendamálið við stevnuni er at stimbra ung listafólk í teirra arbeiði. Ætlanin er ikki, at tey skulu fáa nágreinligar fyriskipanir, sum tey síðani skulu arbeiða eftir, men at tey sjálv skulu taka stig til at fremja egin hugskot.
Fyrireikararnir leggja dent á, at øll skulu hava møguleikan fyri at taka lut í stevnuni. Ofta verður tónleikurin tikin framum, tá talan er um ung og mentan, men her skulu allar listagreinar umboðast.
Stevnan skal skapa sambond millum ung, sum hava áhuga í somu listagrein, so tey seinni kunnu arbeiða saman á økinum. Ikki eru nógv listafólk í hasum aldrinum, sum fólk kenna til, og tí er tað umráðandi at tey kunnu arbeiða saman og geva hvørjum øðrum hugskot.
Øll ung millum 13 og 18 ár eru vælkomin á stevnuna, og 3313 brævbjálvar eru sendir út til øll ung, sum eru í tí aldrinum.
Luttakaratalið er tó avmarkað, tí pláss er bara fyri 60 ungdómum. Tí er best, um tey, ið vilja luttaka, hava okkurt hugskot um, hvørjum tey ætla sær at arbeiða við.
Tey ungu verða býtt í bólkar eftir hvørjari listagrein tey vilja arbeiða innanfyri. Ætlanin er at býtið skal vera javnt millum listagreinarnar, aldur, kyn og bústaðarøki í Føroyum.
Gularótin
Eini tíggju av teimum 60 luttakarunum fáa eisini møguleikan at taka lut í eini norðurlendskari ungdómsstevnu, sum verður eftir nøkulunda sama leisti sum henda. Tey tíggju, sum kanska hava gjørt eitt dygdargott arbeiði, verða vald út. Henda ungdómsstevnan verður í Svøríki.
Fyrireikararnir leggja dent á, at øll fáa nakað burturúr stevnuni. Tey fara at knýta nýggj vinabond og fáa avbera góðar umstøður at arbeiða við teirra list hetta vikuskiftið.
Rakel Helmsdal sigur, at listarligt arbeiði verður ikki serliga nógv virt í Føroyum, og tað gera tey eina roynd at broyta við hesum tiltakinum. Tey skapandi evnini verða tí mangan forsømd.
- Tey ungu uppliva ofta, at ungdómsmentan og list ikki verða tikin í álvara, sigur Rakel Helmsdal.
Á stevnuni fáa tey ungu møguleika at arbeiða saman við vaksnum, sum eru roynd á økinum. Tí fáa tey møguleikan at arbeiða meira professionelt við listini.
Vár Jacobsen verður samskipari. Laufey Blaasvær verður í grafiska verkstaðnum. Skriviverkstaðnum stendur Rói Patursson fyri. Páll Danielsen tekur sær av sjónleikinum. Elsa Maria Bærentsen hevur dansin um hendi. Kári Jacobsen fer at leggja tónleikarunum lag á. Guðrið Poulsen fer at standa í verkstaðnum fyri myndlist. Sjónvarps- og videoverkstaðnum stendur Jákup Weyhe fyri.
Stjórin í Norðurlandahúsinum, Helga Hjørvar, heldur, at eitt stórt tiltak sum hetta avgjørt hevur ligið á láni í Føroyum, og tað er tíð til at fara undir eina slíka ungdómsstevnu.
Helga Hjørvar leggur afturat, at tey í Norðurlandahúsinum hava sera góðar royndir við ungdómi, og tí er tað ikki við bangnum sinni, at tey fara undir hesa stevnuna.
Freistin at melda seg til er 15. november, og tá skulu tilmeldingarskjølini verða fyrireikarunum í hendi.