Tað er nevniliga Adelborg Linklett í Klaksvík. At hendan vinkona nú fyllir 70 er ófatuligt ? og man stendur spyrjandi: "Kann tað bera til" ? hettar lívstykki ? hendan "humørbomba" ? hendan vakurleikadrotning ? og frammum alt ? hendan megnar sjónleikarkvinna, ið ber seg so væl.
Kom at kenna Adelborg rættuliga tíðliga, tá ið vit vóru til "skips" saman við gl. Sjúrðarberg í Grimsby. Vit vóru í Onglandi og seldu fisk ? og gjørdu nakrar umvælingar á skipið ? so vit vóru nakrar dagar saman í Grimsby. Tað var nevnliga so, at Kiss var telegrafistur ? so har var nógvur látur ? tí stuttligari mann kanst tú neyvan finna.
Tað sum eg minnist best til hendan túr, var at vit vóru í Cleedtorp, og Adelborg lærdi meg at dansa. Eisini var systurdótturin Helma við á túrinum.
Tað var ógloymandi. Seinni kom eg at kenna Adelborg væl ? og var hetta gjøgnum sjónleik.
Tað byrjaði í 1977, tá ið Klaksvíkar Sjónleikarafelag var endurstovnað og vit spældu KARL XII.
Seinni bleiv tað til nógvar leikir: Landastrokið, Fríggjarafløkjan, Heiðursborgarar, Delerium Bubonis og aðrir.
Tað hevur altíð verið ein fragd at spælt saman við Adelborg, tí sjónleikari er hon ein av okkara bestu ? og tú skal ikki verða bangin fyri, at tú ikki far "respons", tá ið tú er á palli saman við henni. Hon gongur 100 prosent upp í sín leiklut ? men er ikki bangin fyri at hjálpa øðrum á palli, um tey ivast og ikki føla seg væl. Hon hjálpir teimum at "finna" persónin.
Er Adelborg ófør á palli, ja, so er hon ikki minni ófør handan leiktjøld.
Tað er ótrúligt, hvat hon kann finna uppá ? finna lutir (rekvisittir) ? og tað hevur verið so, at um onnur feløg ? eitt nú Havnar Sjónleikarafelag ella Gríma, standa og mangla okkurt og ikki kunnu finna tað, so er bara at ringja til Adelborg. Eigur hon tað ikki sjálv ? ja, so skaffar hon tað.
Síðan Klaksvíkar Sjónleikarafelag var endurstovnað í 1977 hevur Adelborg tey allarflestu árini siti í nevndini, mest sum formaður ? og tað má hon hava verið eini 20 ár tilsamans.
Eg taki ikki munnin ov fullan, tá ið eg sigi, at har hevur Adelborg verið "primus motor" ? og uttan Adelborg hevði einki sjónleikarafelag verið í Klaksvík í dag. Tað er heilt ótrúligt, hvat hon hevur verið fyri hetta felag.
Eitt annað er ? og sum vit ofta flenna at ? er at finna leikarar. Hon kann "finna" tey mest ótrúligu fólk at spæla sjónleik, fólk sum tú ikki hevði droymt um kundu ella vildu spælt sjónleik. Tey kemur Adelborg "dragsandi" við ? og eru eisini blivin eitt stórt "aktiv" hjá felagnum.
Hin 12. mars 2004 fekk Adelborg "Herðaklappið" frá Leikpalli Føroya, og hevur nakar innan fyri sjónleikaraverðina í Føroyum uppiborið hendan heiður, so er tað Adelborg. Vit, sum kenna Adelborg frá sjónleikaraheiminum, vóru sera glað um hettar val.
Góða vinkona, eg kundi skriva nógv afturat (vit blása uppá tygara harur/nú fari eg eftir lyklinum til vínkjallarin o.s.v.) ? men hettar verður okkara millum.
Vil so fegin ynskja tær hjartaliga tillukku ? og at tú far nógv góð ár afturat saman við Kiss, synunum, ommubørnunum og langommubørnunum.
Eg og mong við mær eru glað yvir, at vit lærdu teg at kenna og kunnu rokna okkum upp í tín stóra vinarskara.
Jógvan E. Ósá