Ung í Klaksvík fáa virkishús

Fyrst í komandi ári fáa ung í Klaksvík eitt virkishús.

 

VIRKISHÚS

Hóskandi høli eru í kikaranum, men enn hevur borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, ikki hug at avdúka, hvørji hesi eru. Leiðari verður settur at arbeiða burturav í húsinum.

- Tørvur er avgjørt á einum slíkum húsum fyri ung í aldrinum 14 til 18 ár. Tey, sum íðka ítrótt, hava nógv tilboð í frítíðini. Meðan ung, sum ikki ganga upp í ítrótt, hava ov lítið at takast við aftaná skúlatíð og í frítíðini. Ætlanin at gera eitt virkishús er tí væl móttikin bæði av ungum og foreldrum, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.

Í fíggjarlógini hjá Klaksvíkar kommunu fyri næsta ár eru 200.000 krónur settar av til endamálið. Og fitt av pengum eru tøkir frammanundan.

Umboð fyri Klaksvíkar kommunu hava verið á kunningarferð í Virkishúsinum í Havn. Hugsandi er tí, at tilboðið til tey ungu í Klaksvík verður nøkulunda tað sama, um enn kanska í minni mun.