Hetta er tíðin, tá fleiri kommunur plaga at bjóða ungum ymiskt fyrifallandi arbeiði, og hetta hava tey eisini gjørt í Sjóvar kommunu í summar.
Eins undanfarin ár hava næmingar við loknum 9. floks prógvi fingið møguleikan at arbeiða hjá kommununi.
- Onkur hevur ivaleyst sæð tey ymsastaðni í kommununi, har tey hava fríðkað um, málað, sligið gras, ruddað og gjørt ymiskt onnur arbeiði.
Í Sjóvar kommunu vísa tey á, at næmingarnir hava verið til arbeiðis í tvær vikur, og í kommununi eru tey væl nøgd við tað, sum komið er av skafti.
##med2##
Tá hesi vóru til arbeiðis á seinasta degi vórðu grillurnar hálaðar fram, og á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu liggja fleiri myndir av ungu fólkunum.
- Vit takka ungdóminum fyri arbeiðsorkuna, tey hava lagt fyri dagin hesar tvær vikurnar, og vit ynskja teimum blíðan byr á lívsleiðini, er heilsanin hjá Sjóvar kommunu.
##med3##