Ung í arbeiði í Kvívík

Kvívíkar kommuna fær hjálp frá átta ungdómum í ár, til tess at fríðka um í kommununi

»Ung í arbeiði« er ein verkætlan, ið hevur fingið stóra undirtøku seinnu árini kring alt landið. Verkætlanin er karmur um fyrstu arbeiðsroyndirnar hjá nógvum ungdómum, og tey fáa eisini løn fyri framda arbeiðið. Í ár fær Kvívíkar Kommuna hjálp frá átta ungdómum, til tess at fríðka um í Kvívíkar Kommunu - seks dreingir og tvær gentur. Hetta skrivar heimasíðan hjá Kvívíkar Kommunu. 

 

- Tey ungu gera vanligt viðlíkahaldsarbeiði í bygdunum. Tey reinsa ókrút, mála og annað fyrifallandi arbeiði, skrivar kvivik.fo. 

 

Kvívíkar Kommuna hevur í nógv ár skipað fyri, at ungdómar ið hava lokið 9.flokk kunnu at fáa fyrstu arbeiðsroyndirnar. Tey ungu læra eisini at arbeiða saman við starvsfeløgum og hava møguleikan finna nýggj vinnfólk. 

 

- Tað er gott, at tey ungu hava møguleika at arbeiða og vinna sær nakrar krónur, sigur Dánjal Petur Müller borgarstjóri í Kvívíkar Kommunu.