Nógvar tekningar eru komnar inn til stevnuna, men nú eru bert fáir dagar eftir. Inntil týsdagin tann 15. januar á midnátt ber enn til hjá øllum ungum frá 13 til og við 18 ár at tekna seg til stórstu ungdómslistastevnuna í Føroyum
Til ber at tekning seg beinleiðis á www.ungiforoyum.fo!
9. stevnan
Tann 15. februar fer 9. UíF-stevnan av bakkastokki. Hetta er fimtu ferð, at stevnan er í Norðurlandahúsinum.
Hetta er stevnan, har øll ung í landinum, sum hava listarlig áhugamál ella fáast við eitthvørt, ið hevur við list at gera, kunnu koma og hitta onnur, sum hava somu áhugamál og læra nýtt av hvørjum øðrum og av kendum føroyskum og útlendskum listafólkum.
Tað er her, at ung kunnu vísa øllum, hvat ungdómsmentan er, tá ung sjálvi seta dagsskránna.
Fyri øll kreativ ung
Ung í Føroyum er fyri øll ung, sum eru listarliga áhugaði, bæði til tey, sum hava nógvar royndir, til tey, sum akkurát eru byrjaði, ella til tey, sum bara hava hug at fara í gongd við nakað listarligt.
Tey kunnu royna nýggjar leiðir og mennast innan sítt listaøki, men tað ber eisini til at royna okkurt annað enn tað, tey fáast við til dagligt (t.d. teknaði Eivør Pálsdóttir í 2001 seg til verksmiðju í sjónleiki og sendi myndir inn til listaframsýningina).
Her kunnu ung hitta onnur, sum fáast vit tað saman sum tey, hitta javnlíkar og eisini síggja, at alt ber til ? bert hugflogið setur markið.
Hvat er á skránni?
Fríggjakvøldið verður listaframsýning og sýning av teimum tónleika-, sjónleika- dansi- ella filmsverkunum og øðrum, tey ungu sjálvi hava fyrireikað frammanundan.
Leygardagin verður arbeitt í verksmiðjum allan dagin. Á kvøldi er hugnakvøld og opin pallur.
Sunnudagin verður stóra endasýningina fyrireikað, og sunnudag seinnapart kunnu øll fólk koma at síggja, hvat er avrikað.
Kapping?
Ung í Føroyum er ikki ein kapping. Tað er ein møguleiki at vísa fram, royna nýtt, menna, tað tey duga og arbeiða saman við øðrum listarliga áhugaðum og virknum í sínum aldri. Og tað er ein møguleiki at vísa umheiminum, hvat ung list er í dag, hvat tey halda vera spennandi og viðkomandi.
Ung í Føroyum er ein týðandi sýnisgluggi fyri føroyska ungdómslist. Tað er hent og kann henda aftur, at onkur sær eina spennandi sýning ella eitt spennandi listaverk og vil nýta tað ? t.d. hevur Føroya Banki havt ferðandi listaframsýningar við verkum frá stevnunum, og okkurt av tí, sum hevur verið framleitt á stevnuni, hevur verið sýnt í øðrum høpum. Eisini hava luttakarar verið bodnir at taka lut í líknandi norðurlendskum tiltøkum.
Hvørjar eru verksmiðjurnar í ár?
Verksmiðjurnar verða allar leiddar av yrkislistafólkið, fólk, sum liva av sín list. Hesar verksmiðjur vera í ár:
Tónleika- og sangskrivararverksmiðja v/ Kára Sverrasyni
Myndlistaverksmiðjan ?Teknisøga, illustratión og figurar? v/ Bárða Oskarssyni
Sjónleikaverksmiðja v/ Gunnvá Zakariassen
Filmseffektverksmiðja v/ Nicolaj Jensen
Dansiverksmiðja v/ Kristinu Sørensen Ougaard
Tíðindaverksmiðja v/ Rakel Helmsdal
UíF á MySpace
Afturat heimasíðuni, sum Ung í Føroyum hevur havt síðani 2005, hevur stevnan nú eisini sín egna MySpace profil. Ung nýta nógva tíð á MySpace at læra hvønn annan og nýggj vinfólk at kenna, og tí er hetta ein góður háttur at koma út til rætta málbólkin við nýggjum tíðindum. Adressan er: www.myspace.com/ungiforoyum
Allar upplýsingar um UíF eru at finna á www.ungiforoyum.info og gev gætur: tekningin endar nú týsdagin 15. januar á midnátt og til ber er nú at tekna seg online. Tað ber tó framvegis eisini til at tekna seg á tann gamla háttin við pappístekningarskjalið í fæst á heimasíðuni ella við at venda sær til Norðurlandahúsið.