Undrið: Vit royndu at spæla fótbólt

Venjarin hjá Undrinum heldur, at tað var ein jalig uppliving at spæla í Fuglafirði, hóast 1-14 tapið

Undrið FF, Royn, Giza/Hoyvík, FC Suðuroy og 07 Vestur tapti øll greitt ímóti effo-deildsliðum í 1. umfarinum í kappingini um løgmanssteypið.

 

Tó var tað 1-14 tapið hjá Undrinum ímóti ÍF á útivølli í Fuglafirði, sum fekk fólk at ógvast við.

 

Venjarin hjá Undrinum, Símun Waag Høgnesen er sjálvandi harmur um, at munurin gjørdist so stórur, men hann heldur kortini, at talan var um eina jaliga og læruríka uppliving hjá hansara monnum. Símun Waag Høgnesen leggur dent á, at hansara menn veruliga royndu at spæla fótbólt, men teir møttu einum yvirtendraðum ÍF-liði, sum koyrdi á allan dystin. 

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra eina samrøðu við Símun Waag Høgnesen.