Fótbóltsfelagið Undrið FF hevði í gjár fund um samanlegging við FC Hoyvík. Greiður meiriluti vildi ikki leggja saman. FC Hoyvík og Undrið FF, sum varð stóvnað í 2006, hava seinastu tíðina tosað saman um eina samanleggin, sum skal gagna báður pørtum. Áleið 50 limir vóru møttir til fund í gjár og niðurstøðan er greið.
- Tað er ein greiður meiriluti fyri ikki at leggja saman við FC Hoyvík í løtuni, sigur Mikkjal Hvannastein, formaður í Undrinum.
Fyrimunurin við eini samanleggin fyri Undrið hevði verið, at teir fingu eitt hús at húsast í, umframt sterkari lið.
- Vit síggja nakrar fyrimunir við at leggja saman. Eitt nú hølisviðurskifti og at vit høvdu kunna havt sterkari lið í teimum ymisku deildinum, men enn er framtíðin hjá FC Hoyvík og fótbóltsviðurskiftinum í Havn óviss. Tí vita vit ikki hvat vit leggja saman við, sigur Mikkjal Hvannastein víðari.
Formaðurin í FC Hoyvík, Fróði Danielsen, saknar at nakað sker á økinum viðvíkjandi nýggjum vølli og saknar størri stuðul frá fólkinum í Hoyvík.
- Tað gekk væl við FC Hoyvík tey fyrstu árini, men síðani steðgur kom í viðvíkjandi nýggja vøllinum, er tað sama hent við felagnum. Samanleggingin var ein roynd at fáa gongd á málið aftur og styrkja felagið, sigur Fróði Danielsen.
- Eg sakni eisini at hoyvíksingar standa meiri saman um FC Hoyvík. Vit hava kanska ikki gjørt okkara arbeiði so gott sum vit kundu, men tað er sum um fólk bíða bara eftir at vøllurin skal koma í Hoyvík, sigur Fróði Danielsen.
Báðir siga at teir í framtíðini eru sinnaðir at leggja saman, um tað gagnar báðum feløgunum, men fyribils halda tey fram sum vanligt.