Undrast á at tað skal vera loyniligt hvør eigur ein bil

Í Føroyum ber tað til hjá øllum at fara á internetið at síggja, hvør eigur eitt skip og eini hús, men hví er bilurin loyniligur, spyr løgtingsmaður

Hví skal tað vera loyniligt, hvør eigur ein bil? Tað vil Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hava at vita frá løgmanni, Akseli V. Johannesen.

 

Kári P. Højgaard fleiri ferðir reist spurningin um, hví upplýsingarnir um ein bil ikki kunnu vera almennir. Hann vísir á, at tað hevði gjørt tað munandi lættari hjá fólki at fingið teir røttu eykalutirnar til ein bil.

 

Nettupp at fáa fatur á eykalutum kann vera ein avbjóðing, tí at kalla hvørt einasta modell av einum bili hevur sínar serstaku eykalutir, og tí er tað neyðugt at hava allar upplýsingarnar um ein bil, tá ið eykalutir skulu bíleggjast, serliga frá øðrum veitarum enn teimum, sum umboða tey ávísu bilmerkini.

 

Kári P. Højgaaard vísir á, at í Danmark ber til hjá øllum at fara inn á eina heimasíðu og fáa allar upplýsingar um eitt akfar við at upplýsa nummarplátuna ella stellnummarið. Har sæst aldur, restskuld, bilsýn, kilometratal, um bilurin hevur verið hýruvognur o.s.fr.

 

–  Hví ber ikki til í Føroyum at fara á internetið og fáa alla tekniskar upplýsingar um eitt akfar, við at tøppa skrásetingarnummar ella nummarplátu inn, tá hetta er sjálvssagt í Danmark, vil Kári P. Højgaard hava at vita frá løgmanni.

 

Løgmaður skal eisini greiða frá, hví eigaraviðurskiftini á akførum er so loynilig, tá tað ikki er galdandi fyri sethús, jørð, skip og bátar?

 

Hetta er eitt mál, sum mangan hevur verið umrøtt á Løgtingi, og ein grundgeving hjá summum tingfólkum hevur verið, at tað er at ganga privatlívinum hjá fólki ov nær, at hvør Hanus og Janus skal kunna síggja, hvør eigur ein bil, sum stendur parkeraður onkustaðni, kanska uttan fyri eini hús, har hann ikki plagar at standa, tí so fáa fólk at vita, hvør er og vitjar hvønn.