Undirvísir børnum úti í náttúruni

Ran Levy-Yamamori, listamaður, myndamaður og umhvørvisverndarfólk úr Ísrael, vitjar í Føroyum hesum døgum. Her undirvísir hann føroyskum børnum í tekning og máling við vatnlitum - úti í náttúrini og við náttúru sum motivi.

 

Í kvøld klokkan 20 verður ókeypis fyrilestur við honum í Perluni í Havn. Kvøldið fer at snúgva seg um menniskjað og náttúruna. Við nøkrum stuttfilmum fer Ran at vísa dømi um, hvussu einstaklingar kring heimin gera mun fyri djór og náttúru. Fyrilesturin verður á enskum.

 

Ran undirvísir børnum úti í náttúruni, um veðrið er til tað. Náttúran er motiv. Endamálið við undirvísing hansara er at skapa samband millum børnini og náttúruna, so at tey læra at virða og varða umhvørvi teirra. Eisini lærir hann børnini at tekna og mála, tað tey síggja.

 

– Øll duga at tekna, og øll duga at tekna væl, sigur hann.

 

Í Vestmanna hava næmingar í 5. og 6. flokki arbeitt niðri í fjøruni. Lærararnir eru bilsnir um tað, børnini duga, og børnini njóta at tekna og mála úti í náttúruni.

 

– Í dag er World Oceans Day, so dagurin í dag hóskar bara væl til fyrilestin hjá Ran, siga fyrireikararnir.

 

Tiltakið á facebook: https://www.facebook.com/events/1743346035950147/

 

Ran og Vestmanna Skúli í Degi og Viku í gjárskvøldið: http://kvf.fo/netvarp/sv/2016/06/07/20160607listognatturaabreddan#.V1cfkBQrLak