Undirtøka fyri at landsbankalógin verður broytt

Nevndin í Føroya Banka fanst á aðalfundinum at broytingunum, sum eru á veg í lógini um landsbankan, men alt bendir á, at løgtingið samtykkir broytingarnar í lógini um landsbankan

Í blaðnum í gjár, endurgóvu vit brot úr ársfrágreiðingini hjá nevndini fyri Føroya Banka, sum m. a. fanst at lógarbroytingini, sum er á veg í lógini fyri Landsbanka Føroya.

Nevndin vísti á, at tað í løtuni sær út til, at landsbankin fær eina serstøðu, við tað at hann kann gerast banki hjá kommunum og øðrum almennum stovnum og hetta er at gera seg inn á kappingarøkið hjá føroysku peningastovnunum við lóg.


Tekur frá hinum

Tá Karsten Hansen legði uppskotið fyri tingið, gjørdu stjórarnir í føroysku peningastovnunum skjótt av og sendu fíggjarnevndini bræv, har teir gera vart við sína støðu. M. a. vísa stjórarnir á, at landsbankin við verandi valutastøðu Føroya ikki hevur møguleika til at liva upp til endamálsorðingina um at arbeiða fyri tryggum fíggjarviðurskiftum í Føroyum, av teirri orsøk, at Føroyar ikki hava sín egna gjaldoyra.

Tí ber m. a. ikki til hjá landsbankanum at stýra gjaldførinum sum er, tí føroysku peningastovnarnir sjálvir kunnu lána gjaldføri uttanlands.

Stjórarnir gera vart við, at landsbankin, um lógin verður broytt, ger seg inn á teirra arbeiðsøki, ístaðin fyri at lata teirra peningastovnar, sum hava útbúgvið fólk, røkja uppgávuna við gjaldførinum fyri landsbankan.

Teir siga, at landsbankin higartil hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at betra um búskaparligu tilvitanina í Føroyum og tað eigur hann at halda seg til. Hann eigur at hava yvirskipaða eftirlitið við gjaldførinum og ikki sjálvur umsita gjaldførið. Landsbankin eigur at útlisitera uppgávuna, sum ikki nýtist merkja, at alt verður sett í føroyskar peningastovnar.


Hava gloymt kreppuna

Landsbankin hevur sent fíggjarnevndini svar til brævið frá peningastovnunum. Har verður víst á, at tað tykist, sum hava føroysku peningastovnarnir hava misskilt týdningin av kreppuni í 90 árunum og arbeiðinum, sum var gjørt í kapitalmarknaðarnevndini.

M. a. var ov nógv fíggjarlig bond vóru millum myndugleikarnar og peningastovnarnar við veðhaldum, innlánum og útlánum.

Ein av lærunum var, at landskassin eigur at læna við lánsbrøvum á marknaðinum og ikki beinleiðis úr peningastovnunum, verður eitt nú sagt í skrivinum frá landsbankanum.

Landsbankin gevur peningastovnunum rætt í, at tað ikki ber so væl til at reka gjaldoyrapolitikk tá landið ikki hevur sjálvstøðugt gjaldoyra, men tí hevur tað størri týdning, at myndugleikarnir umsita almenna fíggjarogn í eini heild og við umhugsni fyri framtíðini.

Vandi er fyri, at góðu tíðirnar fremja útlánshugin, sum aftur setur meira ferð á vinnuna. Landsbankin heldur ikki at alment gjaldføri eigur at vera brúkt til at slíkan útlánsvøkstur, men heldur eigur at verða goymt til tíðirnar gerast verri.

? Best egnaði stovnur at standa fyri heildarumsitingini av almennari fíggjarogn er landsbankin. Uppgávan er ein náttúrlig monopoluppgáva, tí annars fæst ikki ein heildarumsiting, sigur landsbankin í skrivinum.


Taka eftir øllum at døma undir

Hóast mótmæli frá peningastovnunum, so bendir alt á, at uppskotið hjá landsstýrismanninum við fíggjarmálum fær undirtøku í fíggjarnevndini.

Nevndin hevur ikki latið tinginum álit, men ein kanning, sum Sosialurin hevur gjørt vísir, at tað eftir øllum at døma er undirtøka fyri uppskotinum hjá landsstýrismanninum.

Verður gomul tíð havt í huga, so kann tað kanska tykjast løgið, at Fólkaflokkurin tekur undir við málinum, tí hann hevur ikki verið serliga heitur fortalari fyri landsbankanum. Sum skilst tekur Fólkaflokkurin í fíggjarnevndini undir við málinum, og tá bæði Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin eisini taka undir, so er meiriluti.

Men hann tykist gerast størri, tí Javnaðarflokkurin í fíggjarnevndini tekur eisini undir við uppskotinum. Vilhelm Johannesen, úr Javnaðarflokkinum, sigur, at teir taka undir við uppskotinum, tí teir halda at tað er rættast, at landsbankin umsitur almenna gjaldføri.

? Uttan at leggja nakran undir nakað, so vístu 80 árini, at føroysku peningastovnarnir ikki dugdu at fara um gjaldføri og m. a. tí endaðu vit í eini svárari kreppu. Vit vilja ikki hava, at tað skal henda einaferð enn og tí halda vit, at landsbankin skal umsita gjaldføri landskassans, so tað ikki verður oyst út í samfelagið, sigur Vilhelm.

Bjarni Djurholm, formaður í fíggjarnevndini váttar fyri Sosialinum, at álitið er komið undir land og hann væntar, at málið verður avgreitt mánadagin. Hóast hann ikki vil siga, at nevndin tekur undir við uppskotinum, so vil hann kortini siga, at tað er nógv, sum bendir á, at tað verður samtykt næstan sum tað var framlagt.