Fólkatalið í Føroyum heldur fram at veksa. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðun vísir, at fyrst í mars búðu 53.108 fólk í Føroyum og tað eru akkurat 100 fólk fleiri enn í februar og tað eru 809 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani, tí í mars í fjør búðu 52.299 fólk í Føroyum.
Men tað merkir eisini, at upp á seg, veksur fólkatalið í Føroyum ikki longur líka skjótt, sum tað gjørdi frá 2015 til 2016 og frá 2017 til 2018.
Men uppgerðin vísir eisini, at gjógvin ímillum mannfólk og konufólk er breiðkað hesi seinastu árini. Fyrst í mars búðu 27.506 mannfólk í Føroyum, men konufólkini vóru 25.602 fólk í tali, ella 1.904 færri.
Sostatt er 51,8 prosent av fólkinum í Føroyum, mannfólk og 48,2 prosent eru konufólk og so stórur hevur munurin ikki verið í nøkur ár. Í kreppuni fyri 11 – 14 var munurin á kynunum, fýra prosent, men síðani minkaði undirskotið av kvinnum aftur, men hesi síðstu fýra árini er tað aftur vaksið.
Tá ið kynsbýtið var javnast, var í august í 2017, tá ið 51,5 prosent av fólkinum í Føroyum, vóru mannfólk og og 48,5 prosent vóru konufólk. Tað er serliga í aldursbólkinum frá 20 til 29 ár, og í aldursbólkinum frá 35 til 39 ár, at tað eru væl færri kvinnur í Føroyum enn tað eru menn.
Hinvegin sæst eisini, at nú eru tað næstan líka nógv fólk í Føroyum, sum eru yvir 40 ár, sum tað eru undir 40 ár. í 1984 var 64, 8 prosent av føroyingum undir 40 ár, men í dag er tað bara 51,4 prosent. Í 1985 var 9,5 prosent av føroyingum yvir 67 ár, men í dag eru tað 15,8 prosent, so sum tjóð eldast vit í hvørjum.