Undirskot á Kósini

Roknskapurin vísti eitt avlop á 644 tkr., men verða roknskaparteknisku broytingarnar ikki tiknar við, var talan um eitt hall á 1.027 tkr

Verkfall, niðurgongd á marknaðunum og stórt undirskot av roykingarvirkseminum.
Hetta sigur nevndin í P/F Kósini í Klaksvík vera orsøkirnar til vánaliga ársúrslitið hjá felagnum.
Í ársfrágreiðingini til aðalfundin staðfesti nevndin, at 2003 ikki royndist serliga væl hjá virkinum.
»Stóð niðurgongd hevur verið á marknaðinum fyri saltfisk og frysta framleiðslu í Europa, og sama kann sigast um marknaðin fyri royktar vørur. Samstundis er kostnaðarstøðið sum heild munandi økt, eins og kappingin um ráfiskin hevur verið hørð. Hesi viðurskifti hava rakt felagið meint í 2003. Harumframt var eitt drúgt verkfall á arbeiðsmarknaðinum í 2003, sum hevði stórar negativar avleiðingar fyri felagið«

Hampulig framtíðarútlit
Hóast døpru orðingarnar, so gav ársroknskapurin hjá felagnum eitt positivt úrslit á 644 tkr. Úrslitið av vanliga rakstrinum var tó eitt hall á 1.027 tkr. Munurin millum hesi tøl er í størstan mun afturføring av áður framdum niðurskrivingum, og so inntøkuføring av broytingini í útsettum skatti.
Hóast orðingarnar í ársfrágreiðingini tykjast daprar, so roknar nevndin tó við, at tað framyvir verður størri lønsemi í virkseminum. Eitt nú verður víst á, at dótturfelagið, Pure Water, gav eitt hall á einar 4 mió kr., men at hetta í stóran mun varð uppvigað av positiva úrslitinum fyri saltfiskavirksemið. Eisini hóast eisini hesin marknaður hevur verið niðurgangandi.
Og nevndin kann eisini vera hampuliga væl nøgd um fíggjarstøðu felagsins. Við árslok 2003 var bókaði eginpeningurin 41.429 tkr.
Umferðarognin hjá felagnum er góðar 57 mió kr., meðan stuttfreistaða skuldin var beint omanfyri 39 mió kr.
Roknað sum miðal fyri árið, vóru 217 ársverk á Kósini í fjør.