Undir brotinum "Samferðsla og økismenning", sigur fylgiskjalið til samgonguskjalið, at eitt væl útbygt og vælvirkandi samferðslukervi er ein fortreyt fyri menning og trivnaði.
- Tað skal bera til at búgva á einum staði og arbeiða aðrastaðni í landinum, eins og tað skal bera til at búgva í Føroyum og arbeiða uttanlands.
Samgongan sigur, at arbeiðast skal fram ímóti at javnseta ferða-og flutningskostnaðin kring landið, eins og tænastan fyri fólk og farm hjá Strandfaraskipum Landsins skal bøtast.
- Arbeitt verður eftir verandi íløguætlan, og hildið verður fast um semjuna um Eysturoyar-og Sandoyartunnilin.
Samgongan tekur undir við og vil stuðla vinnuligum átøkum í nærumhvørvinum, eitt nú vakstrarætlanum og íverksetanarátøkum kring landið.