Undirsjóvartunnil til Svínoyar jarðaður

- Tað verður ongin undirsjóvartunnil til Svínoyar enn á sinni

Tað verður ikki tey fyrstu árini, at farið verður undir at gera undirsjóvartunnil til Svínoyar.

Tað hevur Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, staðfest í løgtinginum.

Í gjár kjakaðust tinglimir um ferðasambandið út í Svínoyar og tað er eitt mál, sum leingi hevur verið á dagsskrá.

Tosað hevur verið um, at tað er átrokandi at bøta um ferðasambandið út í Svínoyar og í hesum sambandi hevur tosað um at gera eina nýggja ferjulegu á Eiðinum. Men tað vilja svínoyingar ikki vita av, tí teir siga, at tað ber ikki til at fáa góða havn á Eiðinum. Hinvegin vilja teir hava tunnil yvir í Havn og nýggja samferðsluhavn har yviri.

Men so hevur tað eisini verið nevnt at taka stigið fult út og gera undirsjóvartunnil út í Svínoyar.

Men Bjørt Samuelsen staðfestir, at hon hevur ongar ætlanir um fara undir at gera undirsjóvartunnil út í Svínoyar.

Leyðsliga mett kostar ein undirsjóvartunnil 350 milliónir og eina slíka verkætlan hevur hon ongar ætlanir um at fara undir.

- Tað fari eg ikki at lova, tí tað er ikki eitt lyfti, sum tað er sannlíkt, at samgongan hevði klárað at hildið, segði hon.

Jacob Vestergaard helt, at alt annað enn ein undirsjóvartunnil til Svínoyar, eru burturspiltir pengar, tí í øðrum útoyggjum eru nýggjar ferjulegur gjørdar, uttan at tað hevur hjálpt.

Hinvegin helt Jákup Mikkelsen at í minsta lagi eigur ein kanning at verða sett í verk fyri at vita um tað ikki í longdini loysir seg best at fara eftir tí bestu loysnini, sum er ein undirsjóvartunnil.

Anfinn Kallsberg helt, at einasta loysn, sum framtíð í, er at gera ein undirsjóvartunnil úr Viðoy til Svínoyar, tí tað hevði givið atgongd til eitt tað besta slættlendið í Norðoyggjum yvirhøvur og tað hevði verið eitt veruligt frambrot.

Óluva Klettskarð spurdi hví so undirsjóvartunnilin ikki var komin við øllum teimum samgongum, Fólkaflokkurin hevur verið við í.