Undirsjóvartunnil til Suðuroyar kostar átta milliardir

Tað fer at kosta átta milliardir at gera undirsjóvartunnil ímillum Sandoy og Suðuroy.

Tað vísir ein leyslig meting hjá Landsverki.

Nú ætlanin at gera Sandoyartunnil av álvara er sett á breddan, hevur spurningurin eisini tikið seg upp um, hvat skal gerast við ferðasambandið til og úr Suðuroy.

Nógvir politikarar halda, at ein fortreyt fyri Sandoyartunnilin er, at Suðuroyggin verður knýtt upp í hann, so ella so, tí annar verður ferðslan ígjøgnum hann alt ov lítil til tað upp á nakran máta kann forsvara seg at gera hann, samfelagsbúskaparliga.

Ein møguleiki er at broyta ferðasambandið, so at verða við einum skipi, sum er minni enn Smyril og sum siglur úr Hvalba, ella av Krambatanga, til Sands og so verður koyrt haðani eftir vegnum og ígjøgnum undirsjóvartunnilin inn á Streymoy.

Ein annar møguleiki er at gera undirsjóvartunnil ímillum Sandoy og Suðuroy.

Landsverk sigur, at ein Suðuroyartunnil verður minst 22 kilometrar langur og tískil má talan vera um tveir tunlar lið um lið.

Í Sandoy kann tunnilin fara niður fleiri staðni, eitt nú í Dali ella á Skarvanesi, sigur Landsverk.

Í Suðuroy hevði hann helst komið upp í Sandvík.

Úr Sandvík verður so nýggjur tunnil gjørdur til Hvalbiar. Hann kemur út við Skúlan í Hvalba og síðani verður ringvegur gjørdur omanfyri bygdina í Hvalba og bundin í vegin til tunnilin ímillum Hvalba og Tvøroyri.

Av tí, at talan má vera um tveir tunlar, kann ferðslan verða einsrættað, ella annar tunnilin kann verða rýmingarleið.

Verður annar tunnilin rýmingarleið, verður tað væl bíligari, tí krøvini til trygdarútbúnað í rýmingartunlinum, er nógv linari.

Hinvegin er einvegis ferðsla nógv tryggari, tí vandin fyri samanstoyti minkar munandi.

Landsverk sigur, at tað sær út til, at tað ber til at fara av Skarvanesi og at koma upp í Skúvoy og knýta hana upp í tunnilin, og síðani halda leiðina fram til Sandvíkar.

Hetta hevur við sær, at tunnilin verður eitt sindur longri.

Men fyrimunurin, at í minsta lagi annar tunnilin hevði kunnað haft bert eitt tunnilsrør.

Landsverk hevur ikki gjørt nakra kostnaðarmeting, sum so.

Men í Noregi eru tey í holt við ein tunnil, sum líkist, og hann kostar átta milliardir.

Tað tekur eini átta ár at gera ein Suðuroyartunnil og tá ið hann er liðugur, fer hann at kosta onkustaðni ímillum 50 og 100 milliónir um árið í rakstri, sigur Landsverk.