Nú fyrsti undirsjóvartunnilin er komin í Føroyum hevur ljóðað, at næsti tunnil verður millum Norðoyggjar og meginlandið, og sum nr. 3 skal verða tunnil til Sandoynna. Men sum ikki einaferð, tá nakað skal henda í Føroyum, so er tað altíð onkur annar, sum skal hava tað sama. Tað sær út sum fólk hava gloymt, at tað er landfast millum báðar tær stóru oyggjarnar. Hóast vit her suðuri hava fingið munandi betri umstøður at ferðast til Havnar, sær tað út sum tað ikki gevur møguleikar til at ung fólk seta seg í búgv aftur her. Hugsi serliga um tær smærru bygdirnar, sum eru fýra í tali. Tann eina er avtoftað og tað sær út sum um hinum trimum bygdunum ikki býður í bøtur, um ikki nakað munagott verður gjørt. Vit liggja so nær Havnini, at var tað koyrandi ímillum, er lítil ivi um, at tað lat seg væl gera at búð her suðuri.
Umstøðurnar at seta búgv her eru av teim allarbestu. Lendið er slætt og víddin stór og tað verður gjørt tað, ið gerast kann, fyri at fáa fólk at trívast. Tað er harmiligt, at bygdir, sum í øldir hava lívbjargað nógvum fólkum, skulu sovna burtur, tí tað er so nógv betri aðrastaðni.
Tað kemur at liggja ein stór ábyrgd á teimum fólkum, sum verða bygdaráðslimir, tá tann tíðin kemur, at tunnil nr. 3 skal borast. Tí tá má eitt krav koma frá Sandoynni, sum fyrnd er í. Tí skulu menn nú við tað sama seta seg niður at tosa um at leggja kommunurnar saman til eina kommunu, tað skuldi verið gjørt fyri árum síðan, men betur seint enn ongantíð. Tað vil vera eitt heilt annað krav, ið kemur frá eini stórari kommunu, enn eitt krav frá fleiri spjaddum, smáum kommunum.
Míni ráð til tykkum eru hesi: Latið tað, ið farið er, fara, síggið stórt uppá tingini og brúkið vit og skil, gerið eina stóra kommunu. Tí tað, sum er størsti meinbogin hjá okkum, eins og hjá suðuroyingum, er fráflytingin. Tey pláss, har lítil og eingin fráflyting er, hava ikki tann meinbogan at stríðast við, sum vit í Sandoynni og suðuroyingar hava.