Undirsjóvartunnil loysir seg samfelagsbúskaparliga

? um so annar flogvøllur verður bygdur ella ikki, men henda niðurstøða kann tó ikki gerast við líka stórari vissu, sum aðrar niðurstøður í hesari frágreiðing, sigur verkætlanarbólkurin, sum herfyri gav Vinnumálastýrinum sína frágreiðing um fast samband um Vestmannasund

Ólavur í Beiti


? Um so skuldi verið, at flogvøllur varð bygdur aðrastaðni í landinum, og hesin varð nýttur til alla uttanríkisferðslu, hevði hetta broytt fortreytirnar nakað. Tí er roynt at rokna samfelagsbúskaparliga úrslitið, um so var, at annar flogvøllur varð bygdur 15 ár aftaná, at ein møguligur undirsjóvartunnil varð liðugur.

? Sjálvandi er ringt at meta um avleiðingar fyri ferðsluna, um flogvøllurin varð stongdur. Óivað er ein stórur partur av ferðsluni tengdur at flogvøllinum umframt talið av ferðandi, ið ferðast um flogvøllin.


Lítil ávirkan

? Um ferðslan um Sundið minkar, høvdu útreiðslurnar til ferjur helst minkað nakað, av tí at støddin á ferjuni kundi verið minni og/ella ferðaætlanin verið broytt. Tí eigur eisini at verða roknað við lægri útreiðslum til ferjusigling, um flogvøllur kom aðrastaðni í landinum, sigur verkætlanarbólkurin í sínum metingum í frágreiðingini.

? Útrokningarnar vísa, at hetta bert í minni mun hevði ávirkað høvuðsúrslitið. Samlaða nettonyttan hevði enn verið størst fyri tunnilin uttan bummpengar, sjálvt um munurin niður til bummpengaalternativini hevði minkað nakað. Hetta av tí, at nyttan av øktari fersðlu hevði verið líka stór sum áður.


Aftaná 15 ár

? Inntøkurnar frá bummskipanini verða ikki nervaðar, um flogvøllur aðrastaðni varð liðugur 15 ár aftaná tað var vorðið landfast, vísir verkætlanarbólkurin á, og eru hesi úrslit fingin út frá teim fortreytum, at norskar royndir við ferðslulopi, har fast samband avloysir ferju, kunnu nýtast í Føroyum.

? Tess skjótari ein nýggjur flogvøllur verður bygdur, tess meiri minkar samfelagsbúskaparliga íkastið og nyttu-kostnað brøkarnir, tí samlaði spardi ferðakostnaðurin og bummpengainntøkurnar minka.


Tunnil - annan flogvøll

Men verkætlanarbólkurin vísir staðiliga eisini á, at einki verður sagt um, hvussu væl ein undirsjóvartunnil loysir seg í mun til at byggja ein flogvøll aðrastaðni.

? Tað er møguligt, at nyttan av einum nýggjum flogvølli hevði verið størri, og at almenni peningurin tí fyrst og fremst átti at verið nýttur til hesa verkætlan.

? Niðurstøðan í hesi kanning er bert, at íløga í undirsjóvartunnil helst loysir seg samfelagsbúskaparliga, um so annar flogvøllur verður bygdur ella ikki. Henda niðurstøða kann tó ikki gerast við líka stórari vissu, sum aðrar niðurstøður í frágreiðingini, og er orsøkin fyrst og fremst, at tað er ógvuliga óvist hvussu stórur partur av ferðsluni um Vestmannasund er tengdur at flogvøllinum, vísir verkætlanarbólkurin á í hesum brotinum í frágreiðingini um flogvøllin í Vágum og fast samband.