Undirsjóvar­tunnilin

Um løgtingsfólk sam­tykkja ætlaðu privatu tunn­ils­loysn­ina, missir (letur frá sær) tað al­menna týðandi rættindi part av sínum fíggjarliga sjálv­ræði.

Jens Pauli í Dali
335 Leynar

Eisini missir (letur frá sær) landið stóran part av ræð­is­tætt­ind­um til, hvussu vit í fram­tíðini (næstu 30-50 ár­ini ella longri) skulu ný­tím­ans­gera stóran part av okk­ara sam­ferðsl­u­kervi (in­fra­kerv­ið).
Kom at hugsa um fittu søg­una um »konuna, ið átti høn­una, ið hevði vorpið eitt gull­egg«. Hon tók ta avgerð at drepa hønuna, so hon fekk øll gull­eggini beinanvegin.
Landsins oddvitar ætla í stað­in at senda hønuna liv­andi til Danmarkar við At­lants­flog.