Undirhúsið vitjaði undirhúsið

Seinnapartin var ein innrás av toftamonnum í miðbýnum. Undirhúsið á Toftum er í Havn, og onkur teirra helt fyri, at tað bar ikki til at fara til Havnar uttan at heilsa upp á borgarstjóran, Heðin Mortensen.

 

Á Ráðhúsinum greiddi borgarstjórin stutt frá virkseminum í kommununi og um sjálvan bygningin, har borgarstjórin hevur skrivstovu og millum annað stjórnin eisini heldur til.

 

Trappuna í Vágsbotni vildu teir eisini síggja, og so gekk leiðin í Posthúskjallaran, har teir fingu kaffi og Wienarbreyð. Í morgun vóru teir í Kringvarpinum, har teir millum annað vóru gestir í sendingini Tit skriva, Vit spæla.

 

Flestu teirra eru í grønum slipsi, og tað er tí, teir eisini syngja saman. Og í Posthúskjallaranum gekk sangurin eisini lættur. Tann elsti í kórinum er 91 ára gamal og tann yngsti í sekstiárunum.

 

Jørleif Kúrberg var eisini við teimum, og hann helt síðani leiðina út á Reyn at greiða øllum monnunum frá søguliga umhvørvinum.