Dánjal J. Hansen
Norðoyri 20/2 ? 2001
Las í Sosialinum 16 februar, at Javnaðarflokkurin sendir løgmanni opið bræv, har løgmaður verður biðin um at gera greitt yvir fyri øllum pørtum, at vit eiga undirgrundina. Hetta ger Annfinn Kallsberg so eisini bæði í samrøðu í kjaktorginum í útvarpinum og í grein í Sosialinum, har hann slær fast, at eftir hansara sannføring er undirgrundin yvirtikið mál, og so er ikki meira at siga um tað. Varaløgmaður, Høgni Hoydal, sigur naka tað sama í útvarpinum. Hann leggur tó afturat, at danir kunnu ikki taka hana aftur, tí teir ongantíð hava átt hana. Tað hava føroyingar harafturímóti altíð gjørt.
Í sama Sosiali, 16 februar, sigur Javnaðarflokkurin, at teir helst ikki fara at arbeiða saman við Sambandsflokkinum um framtíðar ríkisrættarligu støðu Føroya, men vóna at teir kunnu fáa samstarv í lag við núverandi samgonguflokkar við sjálvstýrislógini sum grundarlagi. Og hví ikki? Núverandi uppskot samgongunar er jú ikki so langt frá sjálvstýrislógaruppskoti Javnaðarfloksins (Tað haldi eg. Eg havi ongantíð sæð eitt veruligt uppskot frá Javnaðarflokkinum. Bara skúm og bláan royk.) Eitt sum er meira áhugavert í hesum sambandinum er kanska spurningurin um, hví Javnaðarflokkurin, eitt sindur paniskt kanska, í sama blað bæði biður løgmann sláa fast, at vit eiga undirgrundina og samstundis byrjar at krúpa undan flógvu dýnu sambandsins, har teir hava ligið fjálgt, meðan alt fullveldiskjakið hevur herjað. Man tað hava nakað at gera við øsingina sum hevur veri í donskum fjølmiðlum um undirgrundaravtaluna, sum varð gjørd í 1992? Tá ið hann var spurdur í kjaktorginum, vildi Nyrup ikki svara uppá spurningin, um føroyingar eiga undirgrundina, og í tíðindunum á middegi 16 februar visti úvarpið at siga, at Danski Fólkaflokkurin krevur, at øll avtalan verður endavend og broytt. (Aftur nú 20. februar sló hann spurningin upp í glens, uttan at svara.) Eitt annað, sum eisini er komið aftur úr gloymskuni, er at tað límið, sum heldur ríkisfelagsskapinum saman, ríkisveitingin, blotnar og fellur burtur um Føroyar fáa nakra nevniverda inntøku av einari møguligari oljuvinnu. Vit vanligu fólk, sum ikki hava juridisk ella líknandi prógv frá donskum universitetum, vita bara tað, sum vit hava lært av royndum. Ein av teimum royndunum er, at danska fólkatingið og stjórnin uttan so mikið sum at skoyta til jura ella politiskan etikk og moral kunnu gera beint, sum tað passar teimum, hvat Føroyum viðvíkur. Tí teir hava yvirvaldsrættin, ein yvirvaldsrætt, sum Jóannes Eidesgaard hátíðarliga og fyri opnari mikrofon, svór at verja til síðsta blóðsdropa, eftir at landstýrið hevði lagt nýggja uppskotið fram fyri almenningin. Eitt uppskot, sum hóast alt líkist sjálvstýrislóg Javnaðarfloksins rættuliga nógv. Tann stóri munurin tykist at vera, at meðan landsstýrisuppskotið hevur eina tíðarætlan og tískil ber brá av einari ætlan um, at nakað skal henda, er uppskot Javnaðarflokksins eitt gummiuppskot, sum kann toyggjast í tað óendaliga, har einki nýtist at henda enn, vit yvirtaka, tá ið vit hava ráð, og tá ið tað liggur fyri. Vit, sum ikki hava gingið á universiteti vita, at tað kann taka minst 52 ár og helst nógv longri.