Tá ið umvælingarnar eru fingnar frá hondini, skuldi hesin 7.000 fermetra stóri bygningurin staðið klárur at hýst øllum teim mentanarligu brigdunum úr Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Danmark.
Ætlanin er, at vinnulívið skal vera primus motor í menningini av húsinum, tá ið tað stendur liðugt. Nevndin roknar við, at umleið 75 prosent av húsinum verða leigað út til vinnulig endamál úr Norðuratlantshavi, soleiðis, at um tú keypir grønlendskan gandagrip, føroyskan turran fisk og íslendskar troyggjur, so fert tú onga aðra staðni enn í Pakkhús C á Bryggen.
Hini 25 prosentini av húsinum skulu brúkast til feløg, søvn, stovnar og hvat tú annars kannst ímynda tær av norðuratlantiskum felagsskapum, sum í løtuni eru spjaddir um alt Keypmannahavn. Her verður alt savnað. Umframt verða kaffistovur, framsýningar og serbúðir.
? Ein nýggjur miðdepil fyri gomlu handilsmentanina?