Ein ókendur lutur fleyg í morgun inn í loftrúmið hjá Nato-landinum Póllandi.
Luturin hevði kós frá ukrainska markinum, upplýsir pólski herurin.
– Í morgun trongdi ein ókendur lutur seg inn í loftrúmi hjá pólska lýðveldinum úr urkaInsku síðuni av markinum, skrivar operativa leiðslan hjá herinum á X.
– Frá tí løtu, at luturin kom inn um markið og til signalið hvarv, varð luturin staðfestur av radarum hjá landsins loftverjuskipan, verður sagt víðari.
Privata sjónvarpsstøðin TV Republika upplýsir, at ein kanning er sett í verk av lutinum nærindis býnum Hrubieszow í syðra partinum Póllandi.
Russland hevur í dag sent 158 dronur og rakettir ímóti ukrainskum býum. Talan er sum størsta russiska álopið síðani kríggið byrjaði í februar í fjør.
Ukrainska loftverjan hevur svarað álopinum við loftverjurakettum.
Undir einum líkandi álopi í november í 2022, datt eisini ein lutur á pólska jørð undir einum russiskum álopið á grannalandið. Tað kostaði tveimum pólskum fólkum lívið.
Tað vísti seg at vera restir av eini ukrainskari loftverjurakett.
/ritzau/Reuters
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##