Undir illgruna fyri at koyra ávirkaður

Tað hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni í nátt. Løgreglan sigur, at tað var rættiliga lítið fólk í býnum, og tað sæst aftur á døgnrapportini hjá teimum, tí hon er tómlig.

Men á vegnum vestan fyri brúnna um streymin, varð ein bilur steðgaður, og tá ið tey tosaðu við bilførararn, fingu tey illgruna um, at hann var ávirkaður av rúsevnum. Tískil varð hann tikin og blóðroynd varð tikin av honum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.