Í gjárkvøldið varð løgreglan boðsend til eitt Ferðsluóhapp í Eysturoyartunlinum. Løgreglan sigur at óhappið hendi í tunlinum ímillum Strendur og rundkoyringina, beint við rundkoyringina. Ein bilur, sum kom koyrandi ígjøgnum tunnilin rendi í kantsteinin og so misti førarin tamarhaldið á bilinum og rendi í veggin. Tá ið løgreglan kom á staðið, fingu tey illgruna um, at bilførarin var ikki edrúur, so blóðroynd var tikin av honum.
Bilurin fekk nakað av skaða, og nakað av olju lak á vegin, men tað varð alt tikið upp.
Annars gjørdi løgreglan ferðslukanningar á Glyvursvegi í Havn har bilar ofta hava lyndi til at koyra ov skjótt. Og í gjárkvøldið vóru eisini fýra bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Teir koyrdu ímillum 71 og 78 kilometrar um tíman, so teir fáa allir bót.










