Undarlig kensla

- Vit halda taktikkin og megna at halda teimum niðri á 0-1 allan dystin. Men kontramálið kom ongantíð, sigur Jákup Mikkelsen

Jákup Mikkelsen, sum nú aftur er aftarsti skansin á føroyska landsliðnum, stóð sum so ofta fyrr ein branddyst. Málið í endanum av fyrra hálvleiki kundi hann einki gera við, men ein fantastisk bjarging móti endanum móti púra fría 1-0 málskjúttanum, André-Pierre Gignac, bjargaði í denn grad dystinum og úrslitinum.

- Hattar vóru bara refleksir, sigur ein lítillátin Jákup Mikkelsen, sum ikki er nøgdur við tapið.

- Tað er sjálvandi eitt fantastiskt úrslit, bert at tapa 0-1 móti Fraklandi, men eg fari langt frá út at feira hetta sum ein hálvan sigur. Til tað skulu stig til, sigur landsliðsmálmaðurin.

Hann heldur, at teir hildu taktikkinum væl. Teir hildu fraklendingum frá fatinum allan dystin, burtursæð frá eina málinum í fyrra hálvleiki, men kontramálið, sum teir høvdu vónað kom, kom ikki.

Men eg vóni, at úrslitið aftur fer at vekja áhuga fyri føroyska landsliðnum í Føroyum. - Eg haldi, at Landskrona stríðsviljin hómaðist aftur, so tað hevði verið gott, um sami áhugin sum tá eisini savnaði seg um landsliðið nú, sigur Jákup Mikkelsen.

Tað var eitt sindur av turbulensi um málmansplássið, tá Heðin Askham stóð á odda fyri landsliðnum í einum dysti í Íslandi í vár, men Jákup Mikkelsen hevur síðani gjørt sína støðu greiða.

- Eg eri við á landsliðnum 100%, í hvussu er hetta árið út. So mugu vit síggja, hvat tá hendir, sigur landsliðsmálmaðurin.


Myndatekstur:

Jákup Mikkelsen stóð klárur, tá boð vóru eftir honum

Mynd: Beinta Haraldsen