Løgreglan í Charlotte, størsti býur í statinum North Carolina, skeyt Keith Lamont Scott til deyðis týsdagin.
Løgreglan var eftir einum øðrum persóni, ið teir vórðu bidnir at handtaka. Teir síggja tá Keith Scott koma út úr einum bili við nøkrum, ið líktist eini pistól í hondini. Løgreglan bað hann um at sleppa vápninum, men hann aktaði ikki boð. Endin var, at at løgreglan skeyt hann og Keith Scott lat lív.
Støðan hevur vakt ans, tí Keith Scott var triði myrki maður, ið løgreglan í USA hevur tikið lívið av seinastu vikuna.
Enn er óvist júst hvat hendi, tí familjan hjá Scott siga, at hann hevði ikki vápn uppi á sær, men eina bók.
Fólk í Charlotte eru í øðini um hvat er hent og mótmælisgongur hava verið í gøtunum eftir hendingina.
Trupulleikar er íkomnir av at mótmælini hava gingið ov harliga fyri seg. So harliga, at løgreglan er send í gøtunar í eini roynd at fáa frið. Hetta hevur ikki eydnast og mótmælisfólkini hava eisini gjørt seg inn á løgregluna. Fleiri harligir samanbrestir hava verið.
Guvernørurin í North Carolina, Pat McCroy, hevur nú lýst undantaksstøðu í Charlotte fyri at fáa tamarhald á støðuni.