So ber til hjá fótbóltsfjepparum kring landið at ogna sær atgongumerki til seinna dystin í øðrum undanumfarinum í Champions League millum Víking og FH.
Dysturin verður spældur á Tórsvølli, týskvøldið 18. juni klokkan 19.
Børn og ung upp til 16 ár sleppa ókeypis inn. Kostnaðurin fyri vaksin er 100 krónur
Leinkjan har atgongumerkini kunnu bíleggjast er hendan:
https://fsf.atgongumerki.fo/?eventId=417188
Tað er eisini møguligtat ogna sær atgongumerki við dyrnar. Víkingur vónar tó, at so mong sum møguligt keypa atgongumerki á netinum, so tað slepst undan ov longum bíðirøðum á Tórsvølli.










