Kæri "vinurinn"! sum tú plagdi at taka til. Betri arbeiðsgevara, leiðara og vini enn Eiriki skal leitast leingi eftir. Trúgvur sum trølli! Einki fjas og uttanumtos. Eg skilti altíð hálvkvødna vísu, tá eg søkti mær stuðul og ráð hjá tær Eirikur. Altíð við tí positiva orðinum á tín sermerkta upbyggjandi hátt.
Spontanur, nærlagdur og virkisfúsur sum fáur. Tað varð tín styrki í stjórastarvinum, sum, uttan at tú visti tað, skuldi blíva títt lívsstarv, og MBM títt lívsverk, tín eygnasteinur og stoltleiki.
Tú vart settur til eina bundna uppgávu at byggja eina landsumfatandi mjólkarforsýning. Tað var eitt ódnartak. Tú visti tíbetur neyvan, hvussu stór uppgávan var, sum løgd varð á tínar herðar. Men sum altíð bar títt lætta lyndi og tín ómenniskjaliga styrki teg fram á leið, allastaðni har tú komst. Mangir fullu í stríðnum, men, sum tann undangongumaðurin tú vart, endaði tað altíð við, at tú stóð stinnur og lá omaná, tá avtornaði.
MBM hevði neyvan verið tað, sum tað er, um tín ómenniskjaliga styrki og treiskni ikki var komin inn í myndina á rætta tímanum. Tú komst sum ein semingsmaður og frelsandi eingil uttaneftir við fríska lotinum. Nýtt blóð, nýggj sjónarmið og ongar fordómar um at einki ber til, hevði tú við tær. Alt bar til! "Tað skal nokk ganga", "róligur vinurinn!" vóru millum tínar eggjandi setningar, tá vit onnur skulvu í kongunum. Tú gavst mær ábyrgd og frælsi, men tað setti ómetalig krøv til tann, sum tók av.
Mær eydnaðist at standa tær við lið í mong ár. Helst míni bestu mennandi ár í vinnulívinum, har eg mentist og lærdi nógv, sum eg í dag byggi á. Takk fyri tað "vinurinn". So seint sum fyri fáum døgum síðani sótu vit báðir saman í Reykjavík og umrøddu vinnulívsmál. Og sum ikki einaferð, hóast sjúkan hevði fastatøkur, læt tú tær ikki lynda. Tað gjørdist okkara seinasta ferð saman, umframt at eg hitti teg á stuttu og seinastu vitjan tíni her heima á klettunum.
Tað er ikki gingið upp fyri mær at tú, Eirikur ikki ert millum okkum meir. Eg fari at sakna teg ómetaliga nóga sum sparringspartnara. Tá saknurin kemur, fari eg at leita fram førningin, eg fekk frá tær árini, vit høvdu saman. Tað kann tíbetur eingin taka frá okkum. Minnini eru frísk og løtt at bera. Tey goymi eg til at taka, tá á stendur.
Eg fari at sakna spontanu kaffifundirnar saman við tær, aloftast ovast uppi, ytst úti í eystara horninum við tí fría útsýninum yvir Nólsoyarfjørð og eystur í hav. Sjálvt um vit ikki altíð søgdu so nógv orð, so vóru tær løturnar á einhvønn hátt gull verdar fyri meg. Eg fór altíð útaftur við nýggjari megi og íblástri. Tú vart mín kveikjari.
Eg fari at sakna teg sum vin. Eingin uttan vit báðir kenna tær løtur, vit høvdu saman sum vinir, bæði í góðum og ringum. Vit ferðaðust saman og hugleiddu nógv saman. Tú hevði ein sjálsaman hátt at taka tíni medmenniskju fram um og eggja til framgongd og positivan anda rundan um teg, har tú vart. Tín spontanitetur og markleysa frælsi tók meg av bóli. Viðhvørt ræðandi fyri ein slíkan undirbrotligan heimføðing sum meg. Men eg visti, at tú altíð fekst okkum aftur á beint í øllum góðum. Takk fyri ferðina ”vinurinn”!
Góða Rannvá, Anna og børnini. Mínir tankar eru hjá tykkum, nú boðini komu, um at tykkara kæri maður, pápi og abbi andaðist. Mín vón er, at tit eins og eg í allari sorgini lata tykkum ugga við, at Eirikur eftir strævna sjúkralegu nú varð troyttur og trongdi til frið.
Friður veri við minninum um Eirik Ó. Thorvaldsson.
-------
Bjørn Patursson










