Leygarkvøldið spældi norska manslandsliðið í hondbólti spældi leygarkvøldið seinasta venjingardystin undan HM-endaspælinum, ið verður leikt í Noregi, Danmark og Kroatia.
Í Castelló í Katalania tapti Noreg 31-33 fyri Spania. Í steðginum var Noreg annars á odda 17-15.
Tobias Grøndahl (myndin) var toppskjútti hjá Noregi við 12 málum. Toppskjútti hjá Spania við níggju málum var Daniel Fernandez Jimenez.
Fýra aðrir venjingardystir hjá HM-aktuelum liðum vóru leiktir ígjár.
Úrslitini leygardagin:
Spania-Noreg 33-31 (15-17)
Svøríki-Ísland 26-24 (14-11)
Týskland-Brasil 28-26 (13-17)
Slovakia-Egyptaland 24-39 (12-19)
Argentina-Rumenia 30-31 (16-16)
Skráin fyri HM-bólk E (bólkin hjá Noregi):
15. januar: Portugal – USA, klokkan 17.
15. januar: Noreg – Brasil, klokkan 19.30.
17. januar: Portugal – Brasil, klokkan 17.
17. januar: USA – Noreg, klokkan 19.30.
19. januar: Brasil – USA, klokkan 17.
19. januar: Noreg – Portugal, klokkan 19.30.