Undan danska skjúrtavelinum

- Vit mugu koma burtur frá tí, at tað týdningarmiklasta er at stava rætt. Sjálvandi skulu skulu vit stava rætt, men journalistikkur er ikki bara at duga at stava rætt føroyskt, sigur Øssur Winthereig, ið heldur at tað er týdningarmikið, at fáa royndir uttanlands, men at vit ikki kunna dúva upp á, at gera journalistútbúgvingarnar fyri okkum

FJØLMIÐLAR

 
 
- Vit loysa ikki trupulleikan við at hanga í skjúrtavelinum hjá danska undirvísingarmálaráðnum.
Øssur Winthereig, tíðindaleiðari í Sjónvarpinum er avgjørdur, tá vit spyrja hann, hvat hann metir um støðuna, nú føroyingar hava mist sína kvotu á Danmarks Journalisthøjskole.
Hann heldur tað vera sjáldsamt, sum hann kallar tað, at landsstýrismaðurin Jógvan á Lakjuni ikki visti av, at føroyingar ikki longur fáa tvey pláss á skúlanum.
Hinvegin setir hann spurnartekn við, um tað var rætt, at vit fingu tvey pláss til næmingar, sum møguliga høvdu ikki høvdu staðið ta donsku royndina, hóast spurningarnir ofta snúgva seg um donsk viðurskifti.
Øssur Winthereig metir, at sum heild gera tvey pláss ikki tann stóra munin, tí sum sum so heldur hann ikki, vit hava merkt, at vit hava átt hasi bæði plássini, av tí at tað meira enn so er komið fyri, at fólk ikki eru komin heimaftur.
Hann heldur tí tað vera eitt gott hugskot, at byrja eina føroyska journalistútbúgving, men hann sigur tað vera neyðugt, at samstarvað verður við lærustovnar t.d. universitet í Danmark ella aðrastaðni.
- Annars kann tað verða ov heimføðisligt, sigur Øssur Winthereig og leggur dent á, at tað er týdningarmikið, at fólk fáa roynt seg á miðlum uttanlands í lestrartíðini.
- Vit mugu koma burtur frá tí, at tað týdningarmiklasta er at stava rætt. Sjálvandi skulu skulu vit stava rætt, men journalistikkur er ikki bara at duga at stava rætt føroyskt, sigur tíðindaleiðarin.
 
Føroysk viðurskifti
 
Hann metir nakrar av orsøkunum til, at fleiri journalistlærdir føroyingar ikki koma heim aftur vera, m.a. at lønin er hægri og avbjóðingarnar fleiri uttanlands.
- Vit hava hava ongantíð rættiliga satsað upp á journalistikkin í Føroyum, sigur Øssur Winthereig og finst serliga at bløðunum, sum hann kallar vanligar privatar fyritøkur, ið heldur hugsa um business enn um kritiskan journalistikk, sum hann tekur til. Hann heldur, at um lønin hevði verið hægri, hevði verið lættari hjá teimum at fingið útbúnar journalistar at arbeitt á bløðunum.
 - Innsatsurin má nú koma frá Mentamálaráðnum ella t.d. Blaðmannafelagnum, sigur Øssur Winthereig um eina føroyska útbúgving, og  leggur afturat, at tað á ymiskum økjum t.d. í lógini um alment innlit og innan fiskivinnuna, eru viðurskiftini øðrvísi í Føroyum enn í t.d. Danmark, og tí hevði verið gott at fingið hetta við í eina føroyska útbúgving.
 
Hinmegin borðið
 
Spurdur, hvat hann heldur um, at tað gerst alt vanligari at síggja útbúnar journalistar starvast í peningastovnum og almennum skrivstovum, sigur Øssur Winthereig, at tað er ikki so galið.
-. Tey eru farin hinumegin borðið, men tey gera journalistikk, staðfestir tíðindaleiðarin, ið heldur, at royndir teirra kunnu koma teimum, arbeiðsgevarum teirra og fjølmiðlunum til góðar, av tí at at teirra leiklutur er at kunna.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Men er hetta ikki eitt slag av spin-doktarum?
- Nei, vit, sum eru eftir, duga betur, enn teir sum ansa eftir pengunum, sigur Øssur Winthereig.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Setur hetta ikki størri krøv til tykkum sum pressa?
- Um tey hava verið í bransjuni fyrr, so er tað lættari hjá okkum, sigur tíðindaleiðarin, ið m.a. nevnir dømi um, at tílík kunningarfólk kunnu t.d. sannføra ein stjóra um, at tað er rættari at vera við eini samrøðu við fjølmiðlarnar enn at lata vera.
Hann heldur ikki, at fjølmiðlarnir verða snýttir, ella at tílík kunningarfólk gera meira spin, enn t.d. ein stjóri hevði gjørt, um hann ikki hevði útbúnar journalistar í starvi sum kunningarfólk.