Una Hansen fær Dronningens fortjenstmedalje

Hátíðardagur í Nólsoyar kirkju komandi sunnudag 6 aug. Kl 12:00

 

Í samband við at Una Hansen hevur verið deknur í 40 ár heitti kirkjuráðið á hennara hátign Margrethu drotning um at heiðra Unu við Dronningens fortjenstmedalje i sølv.

 

Undir guðstænastuni sunnudagin fer Jógvan Fríðrikson, bispur, vegna drotningina at handa Unu medaljuna.

 

Hetta er eisini jubilæumsguðstænasta nú tað eru 160 ár síðani kirkjan varð vígd.

 

Eisini verður barn borðið til dópin, skrivar Nólsoyar kirkja m.a. á sínum facebook vanga.