Klaksvík: Alla summarfrítíðina hava hondverkarar arbeitt í skúlanum, og nú er komið so langt ávegis, at roknað verður fyri vist, at alt arbeiðið er liðugt innan 10 dagar.
Tær 10 skúlastovurnar eru høvuðsumvældar. Alt er gjørt av nýggjum, og tí verða umstøðurnar av teimum bestu hjá næmingum og lærarum, sum skulu halda til í hesum stovum.
Ikki bara nýtt
Ætlanin var eisini at fáa nýtt innbúgv inn í allar skúlastovurnar, men nóg mikið av pengum vóru ikki til tað. Tí fara gamlir møblar inn í helmingin av skúlastovunum.
Tað hevur verið upp á tal, at Klaksvíkar kommuna skuldi leiga nýggjar møblar til tær fimm skúlastovurnar fyri eina súmbolska upphædd og síðani keypa innbúgvið næsta ár, men undirtøka fekst ikki fyri hesum í býráðnum.