Tórshavnar býráð samtykti á fundi hóskvøldið at játta tvær miljónir krónur til at umvæla og víðka Havnarskrivstovuna á Eystaru bryggju í Havn. Verandi bygningur stóð liðugur í 1987, og nú skal so víðkast um hølini.
Havnarskrivstovan heldur til í ovastu hædd í bygninginum hjá Faroe Ship í Havn. Víddin er tilsamans 241 fermetrar, harav parturin hjá havnarskrivstovuni er 152 fermetrar.
Faroe Ship er sinnað at leiga hinar 90 fermetrarnar til Havnarskrivstovuna.
Umframt at veksa um hølini, er ætlanin eisini at gera umfatandi broytingar á Havnarskrivstovuni.
Arbeiðið hevur verið boðið út í innbodnari lisitatión, og tey fimm tilboðini lógu úr góðari miljón upp í góðar 1,7 miljónir krónur.
Havnameistarin hevur mælt til at taka av lægsta tilboðnum, og hetta varð einmælt samtykt á býráðsfundinum í Havn hóskvøldið.
Tvær miljónir krónur eru settar av til arbeiðið, og tað var Búsetur, ið átti lægsta tilboðið og sum tískil fær arbeiðið.