Veturin nærkast, og er tað vanliga árstíðin við "sesong" fyri bilskaðar.
Stóru og nútímans karossaríverkstøðini eru sera væl útgjørd til at taka ímóti hesum skaðum.
Eitt av hesum verkstøðum er karossaríverkstaðurin hjá P/F Wenzel, sum síðan 1993 hevur húsast við Marknagilsvegin.
Leiðarin av verkstaðnum, Jens Petersen, sigur, at verkstaðurin er væl útgjørdur við øllum nútímans amboðum til upprætting og lakkering. Teir umvæla allar skaðar og øll bilmerkir. Teir gera eisini nógvar heillakkeringar av bilum. Hesir skaður koma ofta av teim mongu stormunum um veturin.
Ein stórur partur av arbeiðinum eru tryggingarskaðarnir. Mannagongdin við tryggingarskaðunum er tann, at tá bilurin kemur á verkstaðið við einum skaða, metir verkførarin um skaðan og ger eitt upplegg til sýnsmannin hjá tryggingarfelagnum. Tá so sýnsmaðurin kemur út á verkstaðið, gera teir saman eina felags niðurstøðu.
Um ein bilur t.d. hevur ein stóran frontalan skaða og sær út sum eitt vrak, er tað eingin trupulleiki at gera ein slíkan bil í stand aftur við teimum amboðum, vit hava í dag. Bilurin verður settur í ein upprættarabonk, og teir skaddu lutirnir verða skiftir út við nýggjar, og øll mát passa eftir forskriftum frá verksmiðjuni.
Seks mans arbeiða á Karossaríverkstaðnum, og vit halda okkum alla tíðina dagførdar við tí nýggjasta, sum kemur fram innan okkara fak, sigur leiðarin av verkstaðnum, Jens Petersen.