Umstríddur norðmaður til KÍ

Vegard Forren er ein umstríddur spælari, sum ofta hevur stolið yvirskriftirnar fyri óhepnar hendingar uttan fyri vøllin, men nú er líkt til, at hann fær ein nýggjan møguleika at vera yrkisfótbóltsspælari í Klaksvík

 

Í gjár kunngjørdi KÍ, at felagið hevði skrivað sáttmála við norska miðverjan, Vegard Forren. 34-ára gamli miðverjin, ið áður hevur havt sáttmála við Southampton og Brighton, og KÍ hava skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri hetta kappingarárið.

 

Sambært Dimma.fo er talan um ein umstríddan mann. Á sumri í 2020 varð sáttmáli hansara við Molde ógildaður, eftir at tað kom fram, at hann hevði tikið pengar úr bótikassanum til at gjalda spæliskuld við.

 

Lesið meira her