Umstríddur høgra-flokkur hevur Føroyar sum fyrimynd

Umstríddur høgra-nationalistiskur flokkur í Svøríki heldur, at Føroyar eiga at verða fyrimyndin hjá Svøríki. Í Føroyum er lítil partur av fólkinum innflytarar, og tað konservativa gongur hond í hond við tað modernaða, heldur flokkurin Sverigedemokraterna. Sverigedemokraterna er flokkur á uttasta høgravonginum, sum varð stovnaður í 1988. Flokkurin ríður um snarið at sleppa í svenska ríkisdagin, men er umboðaður í 140 av 290 svenskum býráðum.

Sverigedemokraterna hava verið umstríddir í Svøríki, millum annað orsaka av kritiskum sjónarmiðum um innflytarar. Fleiri svenskir fjølmiðlar hava boykottað flokkin, sum ikki er sloppin at lýsa í fleiri stórum bløðum, men seinnu árini er mótstøðan ímóti flokkinum liknað nakað.

Mattias Karlsson, pressuovasti, aðalskrivarin Bjørn Søder og onnur umboð fyri Sverigedemokraterna hava vitjað í Føroyum, og tað var á ferðini til Føroya á ólavsøku í fjør, at sviarnir fullu fyri føroyska samfelagnum.

- Føroyingar hava dugað at varðveitt traditiónirnar í tí modernaða samfelagnum,. Tað hava vit ikki dugað í Svøríki, og tí kundu vit lært nakað av føroyingum, sigur Mattias Karlsson við Rás2 í dag.

- Fólk siga, at vit sverigedemokratar vilja aftur til eitt idealisera svenskt samfelag, sum ongantíð hevur verið til, men Føroyar er eitt morderna samfelag, sum vit kunnu brúka sum ideal, heldur Mattias Karlsson.

Hann vísir á onkur dømi um, at føroyingar bæði eru modernaðir og traditionellir.

- Á Ólavssøku sóu vit eldri føroyskar kvinnur í tjóðarbúnanum, sum prátaðu í nýggjastu fartelefonunum, og ungar kvinnur gjørdi seg klárar at rógva í gomlum árabátum við at lurta eftir tónleiki í iPod, sigur Mattias Karlsson.

- Ein orsøk til, at føroyingar hava varðveitt sínar traditiónir er helst, at tað eru ikki so nógvir innflytarar í Føroyum, sum tað eru í Svøríki, sigur hann.