Fríggjadagin avhendaði J&K Petersen nýggju brimverjuna í Miðvági. Arbeiðið upp á brimverjuna byrjaði í fjør við tí endamáli at verja leiðingarnar, sum liggja í gøtuni fram við sandinum ímóti briminum.
- Brimverjan hevur eisini gjørt, at sjálvur sandurin er vorðin nógv betri við tað, at meira sandur legst fram við grótkastinum. Beinanvegin sást stórur munur, men enn er onkur avbjóðing vinstrumegin brimgarðin.
Í Vága kommunu siga tey í dag, at hesar avbjóðingar verða loystar við at leggja grót, sum leiðir ósan longur út á fjørðin, so hann ikki kemur upp á sandin á sama hátt sum nú.
- Arbeiðið at fríðka økið fram við gøtuni fer í gongd fyrst í komandi ári. Her verður flag lagt á garðin, og tilfar verður lagt omaná brimgarðin, so tað verður høgligari at spáka ein túr út á endan.
Lagt verður aftrat, at hetta hevur økt munandi um trivnaðin niðri á sandinum.
- Aktiviteturin niðri á sandinum er nógv øktur seinasta árið. Úti á Kumlum er daglig sjón at síggja kvinnur dyppa á sjónum, og hetta ítriv vindur upp á seg. Eisini brúka børn og vaksin nógv sandin sum sítt spælipláss.
Tað var Albert Ellefsen, varaborgarstjóri í Vága kommunu, sum vegna býráðið tók ímóti, tá Sigtór Petersen hjá J&K Petersen avhendaði brimverjuna til kommununa.
Albert Ellefsen takkaði Sigtóri Petersen fyri eitt væla arbeiði, sum hevði gingið bæði skjótt og væl.










