Umsorgan fyri náttúruni

Vit eiga at ganga undan, tá talan er um at verja viðbreknu vistskipanina í havumhvørvinum kring Føroyar. Vit eiga at seta nógv hægri krøv til alivinnuna, serliga í sambandi við dálking og friðing av havøki. 

Eg ynski at Tórshavnar kommuna gongur á odda tá talan er um umhvørvisvernd og tískil skal kommunan leggja trýst á landsmyndugleikar um, at tað skal verða lógarkrav, at hvør einasti aliringur í føroyska sjóøkinum skal hava eina lokaða skipan kring aliringin og eina pumpuskipan, ið pumpar laksaskarn og fóðurrestir trygt og ábyrgdarfult uppá land. 

Tað er upplagt at byrja við aliringunum, ið liggja beint uttanfyri Havnina á Gulanum í Nólsoyarfirði, tí viðbrekna vistskipanin kring oyggjarnar kann ikki verja seg sjálva. 

Tórshavnar kommuna skal gerast munandi meira gongu- og súkkluvinarlig og nógv fleiri súkklubreytir skulu gerast og tryggari gonguteigar og vegbungur, ið veruliga tálma ferðini hjá koyrandi akførum. Tunga bil og lastbilferðslan og stórparkering skal raðfestast uttan fyri Ringvegin og kommunala bussleiðin skal knýtast at stórparkeringini. 

Snorri Patursson,

Valevni Tjóðveldis til kommunuvalið í Tórshavn