Umsorgan fyri foreldraleysum børnum í Russlandi

Í hesi vikuni fara teir báðir, Jógvan Skýlindal í Havn og Marner Magnussen í Vági til Russlands at hyggja at arbeiði, sum fer fram á fýra ymiskum heimum fyri foreldraleys børn

Børnini á hesum heimunum telja tilsamans 500, sum øll bera sálarlig sár, tí tey ongantíð hava fingið umsorgan frá sínum foreldrum og eru heimleys. Børnini eru í aldrinum 6 til 18 ár.

Sambært teimum almennu tølunum úr Russlandi, enda 19 prosent av øllum foreldraleysum børnum í fangahúsi, fá ár eftir at tey eru liðug við skúlan, 10 prosent taka lívið av sær, 32 prosent verða arbeiðsleys og 39 prosent verða verandi heimleys.

Tilsamans 700.000 russisk børn liva uttan umsorgan frá sínum foreldrum. Tey almennu tølini vísa eisini, at talið av foreldraleysum børnum alsamt veksur. Ógvuliga lítið verður gjørt fyri tey foreldraleysu, og tí eru hesi børnini í einum áhaldandi bardaga fyri at yvirliva.

Russisku skúlamyndugleikarnir vísa hesum hjálpararbeiði stóra vælvild. Nógv onnur heim fyri foreldraleys børn eru opin fyri hesi tænastuni, sum er bygd á tað "dagligu umsorganinna fyri tí dagliga tørvinum."

Umsorgan

Í juni mánaði 2004 byrjaði Jógvan Skýlindal eitt stuðulsarbeiði í Føroyum undir heitinum "Umsorgan." Arbeiðið fevnir um at upplýsa um tann ovurhonds stóra tørvin, tey foreldraleysu russisku børnini hava, og at geva øllum føroyingum høvi at stuðla teimum fíggjarliga.

"Tað hevur verið ómetaliga uppbyggjandi at síggja, hvussu nógv av okkara fólki eru til reiðar at hjálpa øðrum. Sum dømi kann nevnast, at á jólum 2004 kundu vit geva 222 børnum nýggjar vetrarskógvar", sigur Jógvan Skýlindal.

Arbeiðið verður gjørt í tøttum samarbeiði við tænastuna "Generation Of Hope", sum russarin Pavel Ignatiev, sum vitjaði í Føroyum fyri hálvum øðrum ári síðani, stendur fyri. Hann sigur soleiðis um hjálpararbeiðið í Russlandi: "Nógv av børnunum fara ígjøgnum svárar sorgarleikir og royndir í teirra unga lívi. Vit bjóða bíbilska vegleiðing til teirra sum hava verið gjøgnum ræðuligar royndir og bera sálarlig og likamlig sár eftir upplivingar tey hava verið ígjøgnum.

Umleið 15 - 20 bíbliutímar um mánaðin verða hildnir í hvørjum heimi sær, har vit boða børnunum evangeliið og læra tey at taka andaligar avgerðir hvønn dag. Vit biðja saman við børnunum og svara teirra spurningum.

Aftaná ein av bíbliutímunum segði ein tólv ára gomul genta um mammu sína: "Hevði mamma vitað hvat Bíblian lærir, hevði hon ikki rýmt frá mær." Fleiri av børnunum skilja meginreglurnar í Bíbliuni um lívið í heild og liva samsvarandi tí.

Vit hjálpa eisini teimum foreldraleysu eftir at tey eru liðug í skúlanum.
Aftaná at tey foreldraleysu eru farin úr heimunum, koma tey javnan til okkara fyri at fáa vegleiðing og hjálp. Vit knýta eitt lívlangt vinarband við foreldraleys børn og hjálpa teimum gjøgnum lívið. Vit útvega teimum tað mest neyðturviliga til gerandisdagin.

Tað er eingin loyna at foreldraleys børn í Russlandi eiga ikki so mikið sum tað mest grundleggjandi lívið krevur: Klæðir, skógvar og tað sum er ein partur av persónliga reinførinum. Vit eru har fyri at útvega teimum hesar lutir", sigur Pavel Ignatiev frá Generation of Hope.

Øll kunnu vera við

Øll kunnu vera við í hesum hjálpararbeiði. Allur fíggjarligur stuðul til arbeiðið kann flytast inn á hesa kontuna: Umsorgan v/Jógvan Skýlindal, konto: 9870 - 102.156.8 í Suðuroyar Sparikassa.

Innkomin peningur verður hvønn mánað fluttur beinleiðis inn á kontuna hjá Generation Of Hope í Moskva. Av tí at vit arbeiða sjálvstøðugt, og ikki eru bundin at nøkrum millumliði, og av tí av vit gjalda fyri allar flytingar sjálvi, kunnu vit gleðast um, at einki verður nortið við tær einstøku gávurnar, men at allur innkomni peningurin kemur 100 prosent til arbeiðið millum tey 500 børnini vit arbeiða fyri, sigur Jógvan Skýlindal. Heimasíða: www.umsorgan.org